Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Yvirskotsgrót til ábøtur av Kaldbaksvegnum

Heðin Mortensen, løgtingsmaður, setir fyrispurning eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningurin snýr seg um dagføring av Kaldbaksvegnum, og er settur Henriki Old landsstýrismanni.

1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvørjar ætlanir hann hevur viðvíkjandi tí at  dagføra Kaldbaksvegin?

2. Eru ætlanir um, at brúka av grótinum frá Eysturoyartunlinum at breiðka og nútímansgera vegin frá Kaldbaksbotni til Kaldbaks?

Viðmerkingar:
4,5 km langa vegastrekkið úr Kaldbaksbotni til Kaldbaks er sera ótíðarhóskandi. Vegurin er smalur og trygdin er ikki í lagi. Eitt nú ríður undan vegnum í fleiri støðum.

Tórshavnar kommuna gjørdi vegin av Hvítanesi til Kaldbaks í 70’inum sum part av avtaluni, tá Kaldbak legði saman við Tórshavnar kommunu. Stutt eftir at vegurin varð gjørdur, yvirtók landið vegin. Lítið og einki er gjørt við vegin síðani, hóast fólkatalið er vaksið munandi, eins og tørvurin hjá hvørjum einstøkum at koyra til og frá er fleirfaldaður. 

Nógv fólk ferðast eftir vegnum til og frá arbeiði hvønn dag - bæði av bygdini og til Kaldbaks.

Nú arbeiðið við Eysturoyartunnilin er byrjað, verður nógv yvirskotsgrót tøkt, sum er vælegnað til vegagerð. Við at brúka hetta til at dagføra Kaldbaksvegin, sleppa vit undan nógvari tungari  koyring – bæði nú frá tunlinum við gróti, og seinni til økið, tá Kaldbaksvegurin kortini innan fá ár annars hevði skulað verið dagførdur.

Á løgtingi 27. desember 2016

Heðin Mortensen