Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Yvirskotið á fíggjarlógini eigur at vera størri

Búskaparráðið sigur enn einaferð, at yvirskotið á fíggjarlógini er ov lítið í hesum søguliga góðu tíðum. Hesum tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag undir við og mælir landsstýrinum til at tálma almennu útreiðslurnar.

Búskaparráðið skrivar í várfrágreiðing sínari, at tað er landsstýrið og løgtingið, sum hava ábyrgdina av konjunkturpolitikkinum og mugu gera tær fyriskipanir, sum eru neyðugar í hesum samanhangi.
 
Við verandi konjunkturstøðu, við metlágum arbeiðsloysi, átti yvirskotið á fíggjarlógini tí at verið væl størri fyri 2020.
 
Hesum tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag undir við.
 
Í fíggjarlógini fyri 2020 vaksa rakstrarútreiðslur landskassans 406 mió. kr., svarandi til 8,3%, saman­bornar við rakstrarútreiðslurnar í fíggjarlógini fyri 2019.
 
Frá 2015 til 2018 var árligi miðalvøksturin í rakstrarútreiðslum landskassans góð 4%. Vøksturin í rakstrar­út­reiðslum í 2020 er sostatt meira enn tvífalt so høgur sum árligi miðalvøksturin seinastu árini.
 
Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at land, kommunur og alt tað almenna annars, samskipa alt sítt virksemi, bæði tá ið tað kemur til rakstur og íløgur, annars ber ikki til at reka konjunkturpolitikk í Føroyum.
 
Tá ið tað snýr seg um almenna íløguvirksemið, so er gott høvi at samskipa almennu íløgurnar í langtíðarætlanir í løtuni, tí fleiri størri verkætlanir eru um at verða lidnar og fara at verða lidnar í nærmastu framtíð.
 
Somuleiðis heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at land og kommunur beinanvegin eiga at fara í holt við eina langtíðarnýskipan av føroysku skatta- og avgjaldsskipanunum, har málið er at lækka vanliga lønarskattin, samstundis sum fleiri serskipanir og frádráttir verða strikaðir, og fleiri brúkara- og tænastugjøld koma inn í myndina.
 
Hetta letur seg tó ikki gera, fyrr enn tamarhald fæst á skjótt vaksandi almennu útreiðslunum.
 
Búskaparráðið metir nú, at vøksturin í BTÚ verður 9% í 2019.
 
Fyri einum ári síðan metti Búskaparráðið, at vøksturin í BTÚ fór at verða 3,6% í 2019.
 
Talan er í báðum førum um metingar, men eisini óvanliga ógvusligar tillagingar í metingunum.
 
Í ár metir Búskaparráðið, at BTÚ-vøksturin verður 7%, men Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ilt við at síggja, hvat henda metingin kann brúkast til, tá ið tað ferð aftaná ferð vísir seg, hvussu óvissar hesar metingar eru.
 
Føroyski BTÚ-vøksturin er grundaður á metingar omaná metingar, og Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tí ikki, at BTÚ-vøksturin kann brúkast sum eitt vísital fyri føroyska búskapin. Seinasta dagførda útgávan av føroyska tjóðarroknskapinum í leypandi prísum er frá 2017.
 
Vit mugu hava ein meira dagførdan tjóðarroknskap fyri at fáa eitt betri grundarlag undir metingunum av BTÚ-vøkstrinum, og ein dagførdur tjóðarroknskapur eigur tí at teljast millum ovastu raðfestingarnar hjá myndugleikunum á hagtalsøkinum.