Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ólavur Gunnarsson, formaður

Yvirlýsing

Dan Klein --- 08.01.2018 - 11:37

Maskinmeistarafelagið fer við hesum at veita fullan stuðul til Føroya Pedagogfelag í stríðnum um at fáa bøtt munandi um lønarkorini hjá sínum limum.

Sum øllum kunnugt, so hevur Fíggjarmálaráðið gjørt semju við felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna upplýsti, at talan var um ein lønarvøkstur upp á umleið 10 % yvir tvey ár. Hetta var eitt úrslit, sum landsstýriskvinnan segði seg fegnast um.

Maskinmeistarafelagið fegnast eisini um, at hetta støðið er lagt fyri alment sett starvsfólk við miðal longum útbúgvingum og starvsligum serkunnleika.

Maskinmeistarafelagið fer við hesum at mæla til, at Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið halda seg til tann lønarkarm, sum er lagdur fyri tað nevnda útbúgvingarstøðið, og sum skjótast fáa eina semju í lag við Føroya Pedagogfelag soleiðis, at komið verður burtur úr teirri vanlukkuligu støðu, sum nú er fyri alt samfelagið.

Maskinmeistarafelagið