Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd úr arkivinum

Yvirlýsing – frá fámannaveldi til tjóðveldi: Soleiðis taka vit við landsins leiðslu

Yvirlýsing frá flokstinginum 2014

Undir heitinum “Frá fámannaveldi til tjóðveldi” samtykkir floksting Tjóðveldis hesa yvirlýsing:

Tjóðveldi tekur við landsins leiðslu og vil skipa einar frælsar Føroyar. Her ganga vit tjóðfundarleiðina, sum merkir, at Føroya fólk tekur støðu til tjóðarinnar framtíð við fólkaatkvøðu.

Tjóðveldishugsjónin byggir á frælsi, fólkaræði, javnrættindi, samhaldsfesti og burðardygd, og tað er hetta, sum ein nýggjur politikkur við leiðslu Tjóðveldis skal tryggja.

Skatta- og fíggjarpolitikkurin hjá sitandi samgongu er til óbótaligan skaða fyri tann framtíðar fíggjarpolitikk, sum skal tryggja komandi ættarliðum sømulig kor her á landi. Skatta- og fíggjarpolitikkurin skal fáast aftur á beint.

Førdi vinnupolitikkurin hevur við sær, at ríkidømi landsins verður latið upp í hendurnar á teimum fáu og ger, at ræðið á landsins virðum og virðisskapanin fer av landinum.

Fiskivinnupolitisk nýskipan eigur at verða framd sum skjótast. Allir føroyingar skulu hava sama rætt at bjóða seg fram at gagnnýta tilfeingi Føroya fólks. Umstøðurnar hjá ferðavinnuni verða alsamt mentar, so skaptir verða vinnumøguleikar kring landið.

Við nýggjum átøkum á sosiala økinum verður bøtt um liviumstøðurnar hjá øllum borgarum okkara, so at sosial viðurskifti ikki noyða fólk av landinum. Útbyggingin av samferðslukervinum skal mennast, og stórar íløgur í verkætlanir verða fyrireikaðar á fíggjarliga skynsamiligan hátt.

Fyri at tryggja framtíðar samhaldsfesti verður fingið í lag tættari samstarv við fakfeløg og áhugafeløg, so at áhugamál og rættindi fólksins verða best vard og umsitin.

Øllum umborð á føroyskum skipum skulu tryggjast rættindi sambært sáttmálunum millum partarnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Flokstingið vil, at vit byggja eitt sterkt fróðskaparsetur við einum góðum og mennandi lestrar- og granskingarumhvørvi. Samstarv millum vinnu, vísindi og útbúgving verður styrkt.

Avgerandi er, at vit tryggja øllum minnilutum javnstøðu og sjálvsøgd fólkaræðislig rættindi.

Stórt trot er á dagførdum føroyskum undirvísingartilfari, serliga til miðnámsútbúgvingar. Her skal onnur og størri raðfesting gerast.

Tjóðveldi er eisini flokkur teirra ungu. Dentur verður lagdur á at veita teimum ungu javnrættindi, eitt nú við eins treytum fyri stuðli til útbúgvingar. Miðað verður eftir at lækka valaldurin til 16 ár.

Flokstingið hevur umrøtt dagførd stevnumið, sum verða løgd fram á eykaflokstingi 10. mai til samtyktar.

Flokstingið heitir á sitandi samgongu um at leggja frá sær, so at vit sum skjótast kunnu fara undir at menna Føroyar frá einum fámannaveldi til tjóðveldið Føroyar.

Soleiðis samtykt á flokstingi í Sandavági hin 29. mars 2014.

Tjóðveldi