Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Yvirlýsing frá Tjóðveldi: Tilfeingið er ogn, lunnindi og møguleiki føroyinga

Aðalstjórn og tingmanning hjá Tjóðveldi hava um vikuskiftið havt arbeiðsfund í Skálavík, har stevnumið floksins verða dagførd og endurskoðað.

Í hesum sambandi hevur flokkurin viðgjørt eitt tað týdningarmesta og mest áleikandi málið fyri framtíðina hjá tjóðini, nevniliga fiskivinnupolitikkin og rættindini til ogn Føroya fólks.**

Aðalstjórnin og tingmanningin staðfesta:

-          At virðini av livandi tilfeingi føroyinga eru so týðandi, at tey eru grundarlag fyri varandi búskaparvøkstri, vælferð og nýggjum møguleikum hjá núverandi og komandi ættarliðum.

-          At verandi fiskivinnupolitikkur hevur undirgrivið upprunaligu endamálini við lógini um vinnuligan fiskiskap, bæði tá ið ræður um stovnsrøkt og um møguleikarnar hjá manningum, vinnu og samfelagnum øllum at fáa sum mest burturúr tilfeinginum.

-          At politisk útluting av rættindum til úrvald hevur elvt til spekulasjón og keyp og sølu av fólksins ogn, soleiðis at stórur partur av flotanum og rættindunum er savnaður á fáar – og í stóran mun útlendskar – hendur.

-          Rættindini og virðini verða drigin úr føroysku vinnuni og úr føroyska samfelagnum.

Tí er átrokandi tørvur á at endurskipa lógarverkið undir fiskivinnuni, nú verandi fiskiloyvi ganga út í 2018.

Nú er uppskot alment komið fram, sum mælir til endaliga at avreiða ognarrættin til tilfeingið til einstaklingar. Hetta fer at taka ognarrættindi og møguleikar frá bæði núverandi og komandi ættarliðum í allar ævir.  Gongdin kann tá halda á, har alt tilfeingið verður ogn og sølulutur hjá nøkrum fáum – og har ein útlendsk fyritøka í roynd og veru kann keypa og eiga alt. 

Í fyrstu grein í stevnuni hjá Tjóðveldi er ásett:

“Einki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum. (...) Heldur ikki eigur nakar einstaklingur ella nøkur serstøk stætt framíhjárætt til vald landsins og ognir. Føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldur.”

Tjóðveldi fer tí at nýta alla orku at savna flokkar og fólk tvørturum floksmørk, sum vilja steðga ætlaðu avreiðingini av ognum og rættindum fólksins, og ístaðin leggja ein mennandi og vakstrarfremjandi fiskivinnupolitikk.

Vit mæla staðiliga til at savnast um hesar grundreglur:

1.      At alt livandi tilfeingi undir Føroyum og tey rættindi til tilfeingi, ið Føroyar hava samráðst seg til, eru ómissandi ogn Føroya fólks.

2.      Tryggjast skal størst møguligt og varandi avkast til manningar, vinnuna og samfelag.

3.      Ongin einstaklingur hevur rætt at selja tað, sum hann ikki eigur.  Tí má privat keyp og søla av fiskiloyvum og fiskirættindum steðgast beinanvegin.

4.      Allir føroyingar skulu tryggjast javnbjóðis rætt til atgongd til tilfeingið eftir einum skipaðum marknaði.

5.      Grundleggjandi broytingar í ásetingum um ogn Føroya fólks skulu leggjast til fólkaatkvøðu.

 

Í Skálavík á kyndilsmessu 2013

Aðalstjórn og tingmanning hjá Tjóðveldi

Myndirnar eru frá Facebook-síðuni hjá Tjóðveldi.