Yvirlýsing 2012
Frá flokstingi Tjóðveldis í Fámjin á Pátriksmessu 17. mars 2012
Hvørjar Føroyar?
Tjóðveldi hevur sum aðalmál at skipa Føroyar sum frælsa tjóð við øllum teimum rættindum, møguleikum og skyldum, sum fylgja við. Vit stríðast fyri at skapa eitt burðardygt, samhaldsfast, framtakshugað og frælst samfelag. Dagsins politikkur er um at syndra hesar grundsúlur undir samfelagnum. Samgongan hevur sett eina vandakós út í kortið, har vit stevna beint móti einum ósosialum býti millum rík og fátøk, sum ikki er sæð í nøkrum landi í vesturheiminum í nýggjari tíð.
Flatskattalættin verður bert latin knappari helvt av fólkinum. Hesin verður fíggjaður við eini ógvusligari skattahækking, serliga hjá teimum lægst løntu, umvegis pensjónsskattin. Hetta grevur djúpar gjáir millum samfelagsbólkar og øki í landinum.
Vinnuliga grundarlagið, sum skal bera frælsu tjóðini, er um at syndrast.
Ógvuslig tilfeingisgjøld fara niður í fáar privatar lummar og niðurbinda vinnuna í skuld. Vit ávara eisini staðiliga ímóti, at veiðirættindini verða latin privatum í rullandi skipan, sum í veruleikanum tekur ræðisrættin frá eigaranum – Føroya fólki.
Vit eru á beinari kós móti einum stættarsamfelagi, har hvør er sær sjálvum næstur.
Nýskapan er eingin at síggja, og frambrot hómast valla. Alt hetta fer fram, meðan skuldin bara veksur.
Tjóðveldi vil ikki hesa gongdina, Føroya fólk vil ikki hesa gongdina – vit vilja eina nýggja kós.
Flokstingið er tí samt um:
Merkið skal veittra í einum samhaldsføstum frælsum landi í Norðuratlandshavi. Alt tilfeingi er ogn Føroya fólks. Í øllum landinum skal framburður spretta úr nýskapan og virkisfýsni, har eldsálir fáa rúmar ræsur at stimbra og menna føroyskt vinnulív.
Vit mótmæla staðiliga, at hurðar út í heim verða latnar aftur, nú løgmaður hevur stongt sendistovuna í Stóra Bretlandi, sum er týðandi samstarvsland. At hetta afturstigið er tikið uttan um Løgtingið, er eisini greitt brot á stýriskipanarlógina.
Okkara samleiki verður mentur av list, máli og mentan. Tí skulu hesi raðfestast høgt.
Vit hava vilja og hegni at taka fulla ábyrgd av egnum landi. Vit byggja onki land á olmussu úr øðrum londum og góðtaka undir ongum umstøðum, at blokkstuðulin verður hækkaður. Land byggja vit á tað ríka tilfeingi, vit eiga í havinum, í undirgrundini, á landi, í loftinum og – ikki minst - í fólkinum, her búleikast.
Øllum føroyingum skulu verða tryggjað somu rættindi uttan mun til átrúnað, húðarlit, politiska áskoðan og kynsliga orientering. Tá ið stevnumið floksins skulu endurskoðast, skal greið støða takast til spurningin um dagføring av hjúnabandslógini.
Skal fólkavøkstur og búskaparvøkstur aftur vera í Føroyum, má miðleysa landsstýrið frá, og kós aftur setast móti einum frælsum Føroyum.
Soleiðis samtykt.
Fámjin, 17. mars 2012
Tjóðveldi