Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Yvirlitstroling eftir makreli fyri Havstovuna 1.-18. juli 2012

Í sambandi við yvirlitstroling eftir makreli í summar, søkir Havstovan eftir nótaskipi at gera royndirnar. Kanningin verður fíggjað við granskingarkvotu av makreli, og upp til 2500 tons eru ætlað at fíggja yvirlitstrolingina. Tíðarskeiðið og krøvini, ið skipið skal lúka, eru lýst undir.

Sí eisini lýsing av kanningarætlanini aftast í hesi lýsing.

Freistin at svara er týsdagin 26. Juni 2012 við telduposti til hav@hav.fo

Tað ella tey reiðarí (skip), ið lúka krøvini, verða vald út og verða síðani biðin um at geva boð uppá, hvussu stóran (ella rættari sagt lítlan) part av kvotuni, tey kunnu gera ætlaðu kanningarnar fyri. Tikið verður av nøktandi tilboði.

Tíðarskeið:

Yvirlitstrolingin verður í tíðarskeiðinum 1. til 19. juli 2012. Henda kanningin verður gjørd sum ein felagskanning eftir sama leisti sum í fjør, har Føroyar, Ísland og Noreg luttaka.

Krøv til skipið í sambandi við kanningina:

Ekkólodd: Simrad EK(ER) 60 kHz lodd við bæði 38 og 200 kHz splitbeam botnum. Fyrimunur er við einum 120 kHz splitbeam botni umframt.

Skipið skal hava tóvmegi til at tóva við flótitroli (Vónin 832 m) í vatnskorpuni við upp til 5 míla ferð. Reiðskapur: Eitt (Vónin 832 m MULTPELT) flótitrol við tilhoyrandi útgerð. Lemmar: Injector F15, 7 m2, 2100 kg.

Trolveirur: Skipið skal hava flótiveir (Dynema ella líknandi), av tí at tóvað verður í vatnskorpuni.

Skipið skal hava egg (Scanmar ella líknandi) til at máta avstand millum veingirnar á trolinum.

Kanningarumhvørvið umborð: Tað skal vera gjørligt at standa innandura og taka prøvar av veiðuni. Her skal borðpláss (100x60 mm) verða til mátibretti og elektroniska vekt. Internet samband skal vera umborð, og skip, sum hava vælútbygt LAN v/interneti, hava fyrimun (EK60 teldan skal hava samband við netið umborð).

Á brúnni skal verða arbeiðspláss við plássi fyri tveimum granskarum at sita við skrivaraborð at viðgera tølini frá ekkóloddunum.

Útreiðslur í sambandi við kanningina:

Í sambandi við yvirlitstrolingar í summar, skulu útreiðslur á umleið kr. 750.000 fíggjast yvir makrelkvotuna, t.e. í sáttmálanum millum Havstovuna og tann, ið tekur av. Útreiðslurnar umfata millum annað nýggjar lemmar (Injector F15, 7 m2, 2100 kg), ið eru bílagdir til kanningina, eitt Scanmar troleyga at seta á trolið, fyri at meta um gap á trolinum, meðan tóvað verður, serlig telda at taka ímóti data frá EK60 loddinum, útreiðslur til løn og siglipengar í sambandi við siglingina og til at arbeiða upp prøvar tiknir umborð.

Kanningarætlan við at trýsta á linkin niðanfyri.

http://www.hav.fo/PDF/Makrelkanningar_2012.pdf

Jan Arge Jacobsen

Havstovan