Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Yvirlækni helt føðingardag í Suðurafrika

Dan Klein --- 30.07.2017 - 09:45

Perlur: Landssjúkrahúsið betalti safari ferðina hjá Hans Jákup Simonsen, sum samstundis hevði meldað seg til heimskongress. Blaðið hevur fingið innlit. Oyggjatíðindi 23. Apríl 2008.

Seksti ár er ein nokkso høgur aldur. Ein og hvør vil gera dagin so minniligan sum gjørligt. Hans Jákup Simonsen, yvirlækni, er onki undantak.

Hann fann ein vinmann, sum eisini fylti seksti, og teir avgjørdu at ríma. Til Suðurafrika.

Við konu og vinfólki.

Men tað er ikki heilt bíligt, og meðan vinmaðurin, okkum vitandi betalti fyri seg sjálvan, var yvirlæknin á Landssjúkrahúsinum, eitt sindur meira kreativur.

Hann hevði funnið útav, at í Suðurafrika var ein heimskongress í anæstesiologi. Akkurát nakað fyri hann. Men hvussu fær Oyggjatíðindi nakað at vita um føðingardagstúrin. Sjúkrahúsleiðslan hevur boykottað blaðið, og givið boð um, at ongin viðmerking kemur frá teimum.

Men sjúkrahúsleiðslan hevur ikki loyvi til at nokta blaðnum innlit, og tað hava vit so søkt um í samband við ferðina hjá yvirlæknanum.

Vit síggja í umsóknini um fígging, at túrurin varð mettur at kosta kr. 26.670,00, men tá avtornaði, kostaði túrurin “bert” kr. 18.439,00.

Hans Jákup Simonsen, yvirlækni, skrivar soleiðis um orsøkina:

Bíligari hotel í Cape Tavn, enn tey, sum kongressin bjóðaði, og privat gisting í Keypmannahavn gjørdi túrin bíligari enn kostnaðarmetingin.

Yvirlæknin nevnir onki um konuna og vinfólkini, at tað er neyðugt at búgva bíliga, men sjúkrahússtjórin, Allan Skaalum, velur at svara soleiðis:

-Víst verður til teldupost tygara, dagfestur 9. apríl 2008, har tygum bóðu um innlit í “viðurskiftir, sum førdu til, at yvirlæknin, Hans Jákup Simonsen, eisini leiðari fyri Bráðdeplinum, fór til Suðurafrika fyri rokning hjá Landssjúkrahúsinum.”

- Í hesum sambandi er hjálagt avrit av umsókn um skeið- og tænastuferð hjá Hans Jákup Simonsen, dagfest 13. desember 2007, saman við váttan um, at Hans Jákup Simonsen luttók á tí 14. heimskongressini í anæstesiologi í Suðurafrika, og ferðaavrokning, dagfest 31. mars 2008.

- Bæði á umsóknini og á ferðaavrokningini er, vísandi til §12, stk. 1, nr. 1, í lóg um alment innlit, p-talið hjá Hans Jákup Simonsen strikað út.

- Somuleiðis er, vísandi til somu grein í lóg um alment innlit, kontonummarið hjá Hans Jákup Simonsen strikað út á ferðaavrokningini, sigur sjúkrahússtjórin og salluterar:

Vísandi til fyrispurning tygara um, hví Landssjúkrahúsið rindaði fyri omanfyri nevndu ferð hjá Hans Jákup Simonsen, skal upplýsast, at tað er av alstórum týdningi, at serlæknarnir á Landssjúkrahúsinum fylgja við og menna sína vitan innan tei-rra serlæknaøki.

- Til hetta er neyðugt, at serlæknarnir luttaka á skeiðum og kongressum annars, ið umhandla teirra serlæknaøki, sigur Allan T. Skaalum, Sjúkrahússtjóri, í eini sníkviðmerking, sum sjúkrahúsleiðslan annars hevur sagt seg ikki vera við uppá, tá talan er um Oyggjatíðindi.

He, he...

Men Landssjúkrahúsið forsøtaði yvirlæknanum tilveruna í Suðurafrika, tí meira varð at keypa fyri, tá familjurnar úr Føroyum fóru á Safari.

Minni um túrin sigst Eyðgunn Samuelsen, at fáa part av, tá fíggjarnevndin skal viðgera meirútreiðslur til Landssjúkrahúsið.

Soleiðis helt yvirlæknin føðingardag í Suðurafrika.