Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Yrking: MAKREL – “GUFF”

Ein heilsan frá eldrabyrðuni.

Makrelur er “ Guff ” –
Makrelur er “ Bluff ” –
Hann svimur í eyst` –
Hann svimur í vest`-
So siga teir kønu í tilfeingisráðum –
Men nær hann gevur sum mest –
-eyst` ella vest`- norð ella suður –
er tað ein ið veit allarbest –
og so meistaraliga at rokna hann dugur –
Og sum fólk vita flest –
Hava krónur og oyru –
Í hansara lummum ta best !

II
Tilfeingið er her og broytist sum tíðir –
feitar og rak, frá stórt til smátt ,
- tó ongantíð minni enn so ,
at býta vit rætt –
og brúka -“háborgarligan” roknihátt -
“eg ein stóran tú ein lítlan - tú ein lítlan eg ein stóran” ,-
So verður ei heilt so trongt á ovastu rókum –
Og enn fleiri av okkum –
– gerast riddarar av “Danabrókum”.

– III
Tó eingin skal siga at ikki vit fylgja
Vís manna ráðum –
Tí fyri at sleppa undan ,
At teir ið peningin hava – hava valdið –
Fylgja vit tí vísu skipan –
At teir ið valdið hava – hava peningin.

IV
So einfalt rættvíst og “Flatt” –
- sum at rangt er rætt –
og at “flatt” er annað enn “platt” –
- er so vísiliga próvfast og satt!
Jacob stýrir Makrelinum – Jørgin hans -finans ,
So har er einki svans !
So væl fellir ríman