
Yrking: Fróðkostar
Jól hava nissuljóð
øll so móð
her longu í oktober
við fepur
Nú fróðkustarnir mangir
um landið fara brátt,
teir eru mangan streingir
um gildið gerst ov vátt.
Tá dagur aftur rísur,
so mangur maður físur:
Hví sat eg ei við hús,
høvdið er í knús’
---
Fara um dyrnar út
Ruth og Knút;
frú Ruth í galla-kjóla
frá Óla.
Og Knút í hvidt og kjole
í blonkum svartaskóm.
Tey koyra út við Pole,
sum arbeiðir hjá Fóm.
Hon Opel hevur pussa,
so Knút má hana mussa.
Men Ruth hon órar ilt.
- kvøldið tykist spilt.
---
Sessast í veitsluhøll
still sum trøll.
Men stundir stuttar ganga
so hanga
um hálsin hvør á øðrum
kollegar – kvinnur, menn.
Tey hava ástin fanga
tað hoyrist tesk og flenn.
Á gólvi vals tey taka,
tey hava gloymt sín maka
- slíkt er eitt dreymaland,
gloymt er hjúnaband
---
Pole hon gjørdist full
lin sum ull
fór út á øllum fýra
forstýra
í bilin heim at koyra,
alt var so ljósareytt
hon snaraði og vendi,
tað gekk so sára væl
Men vegur gerst ov trongur
hon gerst løgreglufongur,
tá hon í veggin brast
stoyturin tók fast.
---
Vakna á morgni tvey
næstan deyð.
Tey liggja bert og blunda
og grunda,
og snara sær á beði
í ráðaloysi runt.
Hvat var av hasi gleði
tey høvdu droymt so um?
Ball-kjólin hann er skitin,
og klædningurin tvitin.
Frokost er nakað lort,
mála grimman skort.
J. S. Myllhamar