Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ynskja økt samstarv í útnorði

Fundur í felagsgrunninum Nuuk-Reykjavik-Tórshavn:

Stýrið fyri felagsgrunnin Nuuk-Reykjavik-Tórshavn helt sín árliga fund tann 10. mai 2012 á ráðhúsinum í Reykjavík undir leiðslu av borgarstjórunum Jón Gnarr úr Reykjavík, Heðini Mortensen úr Tórshavn, og Asii Chemnitz Narup úr Nuuk.

Endamál grunnsins er at styrkja mentanarliga samstarvið, millum annað við at játta stuðul til mentan, undirvísing og ítrótt.

Á hesum fundinum varð samtykt at víðka endamálsorðingina, soleiðis at endamálið eisini umfatar at økja tilvitanina hjá og samstarvið millum bæði politikkarar og borgarar, millum annað við at hava evnisumrøður um aktuell viðurskifti í høvuðsstøðunum í útnorði.

Stýrið fekk hesaferð 44 umsóknir, millum annað um mentanarligar samvinnuætlanir, og avgjørt varð hesaferð at játta tilsamans 325.000 krónur

Eitt uppskot um, at felagsgrunnurin skal fáa nýtt navn, varð eisini samtykt. Grunnurin skal nú eita ”Vestnordisk hovedstadsfond Nuuk, Reykjavik, Tórshavn”, men treytin fyri, at navnabroytingin er gyldug er, at tey trý býarstýrini góðkenna broytingina.

Tað hava verið nakrar sera áhugaverdar framløgur á fundinum í dag, millum annað ein framløga um nýggja íslendska vinnupolitikkin í kjalarvørrinum av kreppuni, lagt fram av býráðsliminum Dagur B. Eggertsson.

Eisini greiddu embætisfólk frá nýggjum talgildum forum fyri fólkaræði, ”Betri Reykjavík”, eitt upplegg um, hvussu tað ber til at gera borgararnar nógv meira virknar í fólkaræðinum, ein framløga, sum í stóran mun hugtók grønlendsku og føroysku umboðini.

Í stýrinum fyri grunnin sita fyri Tórshavn Heðin Mortensen, borgarstjóri, Marin Katrina Frýdal og Sjúrður Olsen, býráðslimir, fyri Reykjavík Jón Gnarr, borgarstjóri, Dagur B. Eggertson, býráðsformaður, og Hanna Birna Kristjansdóttir, býráðslimur, og fyri Nuuk Asii Chemnitz Narup, borgarstjóri, Per Nukaaraq Hansen og Martha Abelsen, býráðslimir.