Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Yngul- og ætikanning 2020

Í seinni helvt av juni vórðu afturvendandi yngul- og ætikanningarnar gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka. Hesar kanningar hava verið gjørdar síðan 1983 og hava til endamáls at kanna yngulin frá gýtingini í ár, umframt at kanna umhvørvis-parametrar, t.e. hita, salt, tøðsølt, gróður og djóraæti. Við úrslitunum av hesum fæst ein fatan av liviumstøðum og útlitum hjá eitt nú fiski og sjófugli. 

Úrslitini í ár vístu, at lítið var til av øllum yngli og at yngulin sum heild var smáfallandi, men tað er vanligt, tá lítið er av yngli. Á Landgrunninum er tað triðja árið á rað, at nøgdirnar av toska- og hvítingsbróðuryngli eru undir miðal, og lítið hevur eisini verið av hýsu- og nebbasildayngli síðstu tvey árini. 

Á Føroyabanka var eitt vet meira at fáa av bæði toska- og hýsuyngli í mun til tíðarskeiðið 2017-2019, meðan sera lítið var av nebbasildaryngli. Á Føroyabanka vóru tvey hál, har munandi nøgdir av vaksnum fiski komu í trolið, í tí eina førinum var talan um eini 600 kg av smáum svartkjafti og í hinum førinum vóru einar 11.000 vaksnar nebbasildir í (+ 1 ár). 

Sjógvurin rundan um Føroyar hevur verið sjáldsama feskur síðstu árini, men er nú aftur blivin saltari og nærkast nú vanligum saltinnihaldi. Samlaði gróðurin á Landgrunninum er lítil higartil í ár, og kanningar av gróðri bæði fyri og eftir yngulkanningar hava víst, at lítið hevur verið av gróðri í alt vár og higartil í summar. Tað er eitt greitt samband millum gróður á Landgrunninum og nøgd og stødd av yngli, og hetta er tí helst orsøkin til at yngulin er so lítil í ár, bæði í stødd og í nøgd. 

Les túrfrágreiðingina Í seinni helvt av juni vórðu afturvendandi yngul- og ætikanningarnar gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka. Hesar kanningar hava verið gjørdar síðan 1983 og hava til endamáls at kanna yngulin frá gýtingini í ár, umframt at kanna umhvørvis-parametrar, t.e. hita, salt, tøðsølt, gróður og djóraæti. Við úrslitunum av hesum fæst ein fatan av liviumstøðum og útlitum hjá eitt nú fiski og sjófugli. 

Les túrfrágreiðingina her.

Helga Bára Mohr Vang ( helgab@hav.fo) og Eilif Gaard ( eilifg@hav.fo)