Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Wanted: almenn lærupláss

Hóast landsins leiðarar fyri nøkrum árum síðani fingið kravboð um at seta lærlingar, so er einki hent. Meðan gleðilig tíðindi ganga um fleiri lærlingar í byggivinnuni, so er lærlingartalið hjá landinum bert eitt viðfáningur, tí eingin peningur er til endamálið
 
Hilmar Augustinussen, nevndarlimur í Starvsmannafelagnum, skrivar:
 
Lat okkum fyrst líta í bakspegilin, men ikki so langt, 2013: Tá okkara táverandi fíggjarmálaráðharri, Jørgen Niclasen, proklameraði hettar á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum:
 
”Stovnarnir undir landinum fáa í framtíðini álagt at seta næmingar.”
 
Føgur orð, ið eg setti mær fyri at kanna. Hvat varð av hesi føgru útsøgn og orðum?
 
Hvussu nógvir næmingar eru í starvi hjá landinum, í fyrsta ársfjórðing 2017 ?
 
Eg kom til hesa, ræðandi, niðurstøðu:
 
Landsins fyrisitingin og tess stovnar hava í dag færri enn 15, ja tú læs rætt, færri enn 15 næmingar.
 
Tóm kravboð
Eg má siga, at hetta kendist rættiliga ørkymlandi, tí fíggjarmálaráðharri okkara í 2013, segði seg skula áleggja øllum landsins stovnum at seta fleiri næmingar, tí nú skuldi vend koma í. Av tí at stovnarnir ikki sjálvbodnir vilja seta næmingar, var næsta stigið hjá Fíggjarmálaráðnum at geva stovnunum kravboð um at seta næmingar, ljóðaðu boðini.
 
Men eins og hundraðtals ferð áður, gjørdist hetta bert tóm politikara orð.
 
Nú, tá ið hendan stórfingna áleggingin skal eitast at vera set í verk, havi eg loyvt mær at kanna málið nærri, og afturvendandi niðurstøðan hjá alt ov nógvum leiðarum var : ”Vit fingu onga játtan at seta næmingar fyri”. Stovnarnir vóru skornir inn á bein, tað er/var eingin peningur at seta næmingar fyri.
 
Tað almenna afturúsiglt
Seinastu tíðina hava tíðindi gingið um, at privata vinnulívið, serliga byggivinnan, hevur tikið fleiri lærlingar inn. Tað er gleðiligt, men tíverri er tað sama ikki galdandi fyri tað almenna.
 
Í Føroyum eru tilsamans útvið 350 lærlingar í dag. Tá eru allir næmingar taldir við. Skrivstovu-, timbur-, bil-, bakara- lærlingar, o.s.fr.
 
Av einari samlaðari arbeiðsførari fjøld uppá 26.000 eru færri enn 350 næmingar. Tað er uml. 1,5%.
 
Men tað, ið kanska verri er, er, at av hesum 350, eru einans – og eg sigi einans – 5% í læru hjá tí almenna, tað er færri enn 15 næmingar:  5% av 1,5%.
 
T.v.s., at vit í Føroyum í dag, ikki seta fólk í læru, sum vit fyrr hava gjørt, men senda tey heldur á skúlabonk.
 
Men ikki tað, alt gott um at læra skrivstovu yrki á skúlabonki. Debet og kreditt broytast ikki, vónandi. Men tað eru ikki øll, ið hava huga ella bindindi at ganga í skúla og royna eina akademiska karrieru, summi vilja út at arbeiða. Men, OK, tá ið so hesi eru liðug í skúlanum, ið vit heldur vilja hava tey at ganga á,  hvat hava vit so at bjóða teimum? UPS, sorry, heldur onki, sum tað sær út til!
 
Í fyrsta ársfjórðingi í 2017, eru næsta 500 skrásett hjá ALS, sum arbeiðsleys. Eftir hagtølum at døma, so er uml. ein triðingur av hesum undir 30.
 
Vildi tað ikki veri gott fyri øll, um vit kundu bjóða fleiri av teimum eitt stimbrandi lærupláss? Og sikkurt eru fleiri, ið hava valt bókligu leiðina, ið heldur vildu sloppið til arbeiðis.
 
Mær vitandi er eingin, ið hevur kannað um fleiri av teimum ungu, heldur vildu arbeitt og lært á tann háttin, enn at gingið bókligu leiðina.
 
Jú, men vit kunnu ikki útbúgva fólk til arbeiðsloysi, tí vit hava jú ikki størv til øll, er svarið, ella undanførslan.
 
Nyttar ikki, meini eg.
 
Hesi eiga at fáa at vita, at vit kunnu ikki tryggja tær starv eftir lokna útbúgving, men vit kunnu so avgjørt geva tær eina 1. floks lærlingaútbúgving, har tú fær sambond, ið vara fyri lívið. Omaná hetta fær tú áræði og hugskot, ið kunnu hjálpa tær eftir lokna útbúgving og víðari í lívinum. Sjálvt um vit ikki kunnu geva tær eitt starv, so kunnu vit hetta: Geva tær eina útbúgving og møguleikar!
 
Er tað ikki tí vit velja fólk á ting, fyri at tryggja øllum møguleikar. At syrgja fyri, at alt samfelagið koyrir og ikki bert fyri tann bólkin, ið rópar harðast.