Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Wannabeesamfelagið

Dan Klein --- 10.10.2018 - 08:45

Perla úr arkivinum: Enn er eingin føringur blivin Phd í “wannabismu”. Wannabisman er sjúkan hjá skavikrukkunum. Tey, sum so spelkin siga, at tey eru bæði eitt og annað, bara fyri at vera okkurt.

Tey, sum vilja vera okkurt serligt, so spæla tey tað. Sjálvt um alt er lygn tey gera, og alt rundanum tey eisini er ein stór lygn.

Skal tú hoyra til, er neyðugt at tú uppførir teg, sum ein rættur wannabee, og brúkar røttu tvætliorðini, t.d. “neiligt” og “jaligt” og “dámlig hús”, hóast inkongruent. Tað ber til at avlesa maktstrukturarnar úr teirra orðavali.

Ikki er at vita hvaðan wannabisman kemur, men hon hevur okkurt við danskar sosial-demokratar at gera. Umframt øll hesi trøllini sum komu til Føroya aftaná seinna veraldarbardaga. Tað eru børn og abbabørn teirra, sum spøkja allastaðni í dag.

Hetta eru ikki føringar, men danskir wannabistar. Fólk sum duga “performance without content”. Innantómir skøltar, sum liva eitt sorgleyst innihaldsleyst lív.

Endamálið hjá “pressuni” hevur altíð verið at skapa eitt so ymiskt og divergerað bílæt av heiminum, sum yvirhøvur til ber. Men í Føroyum hava vit eina almenna system-treytaða pressu og eina privata system-treytaða pressu.

Ymiskir mediu-popparar halda at tað er smart at sleppa inn í hitan. Sum tá ið Brynhild og Árni sluppu á Dimmu, at sigla seinasta teinin, fyri at blaðið skuldi blíva heimkallað í øllum sínum býttleika.

Tey høvdu bæði hildið til á flatlondum, og hildu, at Føroyar aftur vóru komnar til 80´ini, ella eisini, ikki vóru komnar víðari, so nú skuldu tey gerast yvir-wannabees.

Trupulleikin er enn, at man ikki ruddaði upp eftir 80´ini, og teir, sum vóru pápar at øllum ólukkunum, enn ganga leysir og brúka seg. Teir kenna bert til makt og maktmisbrúk.

Í wannabismuni er sensurur eisini týdningarmikil. Útvarpið, sála, hevði einaferð eina sending mikudag, sum kallaðist “Fimmarin”. Tey einastu, sum sluppu ígjøgnum røðilin hjá Johan Mortensen, vóru alkoholikarar og naivir danskarar, sum ikki høvdu hylling á føroyskum tramansskapi, tá ið hann er ringastur. Onkur hevði hug at toga í brosvøddarnar, tá ið ein persónur ringdi inn og brokkaði seg um, at Apotekið bjóðaði karamellur uppundir jól. Hetta var líkasum broddurin á sendingini.

Úrslitið bleiv eisini hareftir; fólk tóku hetta ikki fyri fult longur. Tá ið nakað verður so langt úti sum í Føroyum, so vendir alt upp og niður. Tíðindatænastan verður til ein lygnarasentral. Komplementerar lygnir sum aspirera til tíðindi. Útvarpið bleiv til eitt symptom, eins og CTD. Tíðindini eitt symptom uppá tíðindi.

Tá ið almenna fyrisitingin av stovninum ikki er før fyri at skapa ein intelligentan struktur á stovninum, er heldur eingin grund til at stovnurin er til. Men tey koyra bara víðari, sum var einki hent.

Seks mánaða langa hetsin ímóti einum manni gjørdi tey ikki vísari; heldur øvugt. Uttan skuggan av prógvi, dugdu tey bert at vísa til ódugnaskap, tí tey duga ikki at koyra eina søgu “reint” í kassan.

Fyrrapart tosaðu tey um:”Tey bæði bløðini”, sjálvt um Oyggjatíðindi var komið út sama dag. Tá ið ein almennur stovnur soleiðis skapar cohesivan sensur, so er stutt til at tey skjóta bæði beinini undan sær, so bara bjølgurin heldur teimum uppi.

Í djóraheiminum royna dýrini altíð at skilja eitt burturúr, men menniskju skulu hóast alt eitast at vera hugsandi og intelligent. Enn ikki tá ið vit tosa um “einglarnar”; tá er bert talan um makt og almennar pengar. Og at einglarnir altíð hava rætt, tí tað eru teir. Tey hava avskrivað evnini til at hugsa. Og júst hetta, verður endin hjá teimum.

Páll Poulsen