Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vunnin rættindi á Posta mugu tryggjast

LÓGARUPPSKOT: Starvsmannafelagið ávarar um, at vunnin starvsfólkarættindi mugu ikki fara fyri bakka, um Uttanríkis- og Vinnumálaráðið fær undirtøku fyri lógaruppskotinum at selja almenna partapeningin í P/F Postverki Føroya
 
Kári Mikkelsen, journalistur
 
Starvsmannafelagið hevur havt lógaruppskotið hjá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum um at einskilja Postverk Føroya til hoyringar. Hetta var tíðiliga í summar.
 
Lítið og einki um starvsfólk
Í viðmerkingum sínum fílist felagið á, at lítið og einki verður nevnt um starvsfólkaviðurskiftini í sambandi við eina møguliga sølu av almennu partaprøvunum.
 
Í 13 síðu langa lógaruppskotinum, sum var til hoyringar, vóru bert tríggjar reglur um starvsfólkaviðurskifti. Har stendur, at starvsfólk, ið starvast hjá Posta, tá tað verður selt, í sambandi við søluna varðveita síni rættindi sambært verandi sáttmálum. Tað verði seg kollektivum sáttmála, sum tænastumenn ella einstaklinga sáttmála við fyritøkuna.
 
Í frágreiðingini, sum liggur við uppskotinum, er heldur eingin umrøða av framtíðar starvsfólkaviðurskiftunum. Sostatt ger lógaruppskotið ikki stórt meira enn at staðfesta rættarstøðuna, um tað kemur har til, at almennu partabrøvini í P/F Postverki Føroya verða seld, sigur Starvsmannafelagið.
 
Korini mugu ikki versna
Starvsmannafelagið er sum útgangsstøði ímóti, at landið selur síni partabrøv í Postverki Føroya. Góðar almennar tænastur eru ryggurin í vælferðarsamfelagnum, sum vit øll eru við til at fíggja. Og einskiljing er eingin trygd fyri, at tænasturnar verða betri, men kann harafturímóti skapa ójavnar tænastur, heldur felagið.
 
Ger landið kortini álvara av ætlanini, krevur Starvsmannafelagið almenna borgan fyri, at starvsfólkaviðurskiftini ið hvussu so er ikki versna av eini møguligari sølu.
 
Í skrivandi løtu hevur felagið bert havt atgongd til fyrstu útgávuna av lógaruppskotinum, og ikki møguligar broytingar, sum gjørdar eru, eftir at hoyringssvarini vórðu latin inn tíðliga í summar.
 
Sum skilst er lógaruppskotið á veg í løgtingið, men tað hevur ikki eydnast at fáa inntlit í endaliga uppskotið frá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum. Yvirskipað er lógaruppskotið ikki broytt, hóast onkrar broytingar, sum skilst, eru framdar við støði í innkomnu hoyringssvarunum.

Vunnin rættindi
Starvsmannafelagið vísir á, at starvsfólkini í postverkinum gjøgnum sína fortíð sum partur av almennu fyrisitingini hava vunnu sær rættindi í sáttmála, sum eru góð sammett við aðrar sáttmálar á privata arbeiðsmarknaðinum. Tey fyrstu árini ígjøgnum Postfelagið, og síðani 2007 ígjøgnum Starvsmannafelagið, sum í dag er einasta fakfelag við kollektivan sáttmála fyri partafelagið Postverk Føroya.
 
Starvsmannafelagið heldur, at landið sum eigari av postverkinum síðani yvirtøkuna í 1976 má kenna ábyrgd og tryggja, at viðurskiftini hjá starvsfólkunum ikki fara at versna, um almennu partabrøvini verða seld.
 
Sambært Starvsmannafelagnum borgar lógaruppskotið ikki fyri hesum. Tí mælir felagið staðiliga til, at kor og rættindi hjá starvsfólkunum verða betri tryggjað í lógaruppskotinum.
 
Broytingar krevjast
Í tilmælinum heitir Starvsmannafelagið á landsstýrið um at gera beinleiðis ásetingar í lógini um einskiljing av almenna postfelagnum um starvsfólkaviðurskiftini. Komandi keyparar eiga at binda seg til at tryggja, at sáttmálaviðurskiftini framhaldandi eru skipaði eftir kollektivum sáttmála við tað fakfelag, sum starvsfólkini taka undir við; somuleiðis at keyparin ella keypararnir binda seg til, at minsturættindini viðvíkjandi løn- og arbeiðskorum ikki verða skerd, tá nýggjur sáttmáli skal gerast.
 
- Starvsmannafelagið hevur higartil fylgt málinum neyvt og fer framvegis at gera tað, nú lógaruppskot um einskiljing av Posta væntandi verður lagt fyri Løgtingið fyrsta dagin. Vit seta okkara álit á, at Løgtingið tryggjar, at lógaruppskotið inniheldur neyvar ásetingar um, at starvsfólkaviðurskiftini eisini eru tryggjaði eftir eina møguliga sølu av Posta, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.
 
Felagið sær tí fram til at síggja endaliga uppskotið, sum verður lagt fyri Løgtingið. Ikki minst, at tað inniheldur munandi neyvari ásetingar um starvsfólkaviðurskiftini, enn tær fáu linjunrnar, sum standa í lógaruppskotinum, ið felagið fekk til hoyringar fyrr í summar.
 
Starvsmannfelagið vísir á, at raksturin hjá Posta hevur givið avlop á hvørjum ári síðani 2012. Hetta hóast fortreytirnar fyri rakstrinum av felagnum við fallandi inntøkum eru munandi broyttar. Hesa broyting til tað betra eiga ikki minst starvsfólkini teirra stóru æru av, sigur felagið.
 
Umframt hjá Starvsmannafelagnum, hevur uppskotið verið til hoyringar hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, Tænastumannafelagnum, Posteftirlitinum, Kappingareftirlitinum, Taks og Kommunufelagnum.
 
FAKTA
Í lógaruppskotinum um at einskilja P/F Postverk Føroya skrivar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið soleiðis í almennu viðmerkingunum um orsøkina til politisku avgerðina um at selja almenna partafelagið:
 
- At hava greitt mark millum alment og privat virksemi innan flutning í Føroyum.
- At minka váðan hjá landinum, ið er við ogn í fyritøkum, sum virka í fríari kapping, og harvið váðan hjá peningi skattgjaldarans.
- At kapitalisera virðini í felagnum.
- At tryggja felagnum betri rásarúm í arbeiðinum, og tryggja tí frítt at arbeiða við ognum og virðum felagsins við menning og vøkstri fyri eyga.
 
Høvuðsgrundgevingin fyri at selja partabrøvini er, at tann parturin av virkseminum, ið er bundin av lógarfestu veitingarskylduni, er minkaður og fer væntandi eisini at minka komandi árini. Hetta ger at tann parturin av virkseminum, har felagið er í fríari kapping, er lutfalsliga vaksin. Tískil er vansin við at tað almenna eigur felagið størri enn fyrimunirnir.