Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vørn fjalir seg

Við nú knappliga at melda Anitu til løgregluna sleppur Vørn sær undan alment at svara nærgangandi spurningum um sín egna leiklut í málinum.

Nú frættist í miðlunum, at Vørn hevur meldað garnaskipið Anitu fyri ólógligan fiskiskap, tí skipið lat gørnini standa í einar 35 dagar, eftir at tað ikki slapp út aftur orsakað av kanningunum í sambandi við deyðsvanlukkuna umborð hin 11. februar og staðfest óreglusemi annars.

Útvarpið endurgav í gjár, fríggjadagin 11. apríl, stjóran á Vørn fyri at siga, at hann ongar viðmerkingar hevði til málið, nú fútin kannaði tað.

Tað má sigast at vera funnin fressur hjá Vørn nú knappliga at hava funnið sær hetta høvið at sleppa sær undan, at almenni ljóskastarin verður settur á teirra óhepna leiklut í hesum máli. Ein stórur partur av tí, sum er staðfest í sjóforhoyri og eftirfylgjandi løgregluavhoyring kundi verið – og er partvíst – staðfest við vanligum eftirliti. Og nógv, sum eftir øllum at døma ikki er alment staðfest nakrastaðir enn, kann Fiskimannafelagið staðfesta.

Millum annað hevur Fiskimannafelagið fingið avrit av mynstringarlistunum hjá Anitu higartil í ár. Teir eru als ikki gjørdir í samsvar við galdandi reglur, til dømis eru á flestu mynstringarlistunum bert upplýsingar um vinnubræv hjá skiparanum, meðan ongir upplýsingar eru um hetta hjá hinum yvirmonnunum. Og sjálvt um skipið hevur skift skipara, er manningin ikki mynstrað av nýggjum, sum hon skal sambært mynstringarreglunum.

Hetta eru greið brot, og føroyskir fiskimenn vita, at bara tað minsta er galið við mynstringarlistanum ella pappírunum hjá teimum, tá Fiskiveiðieftirlitið vitjar umborð, so fær skiparin stóra bót, og í ringasta føri verður skipið kravt til lands.

Men hóast Fiskiveiðieftirlitið hevur verið umborð á Anitu í ár og framt eftirlit, so hevur ongin talað at mynstringarlistunum.

Vørn hevur síðani 11. februar vitað, at gørnini hjá Anitu stóðu á Skeivabanka, men hevur onki gjørt. Tvørturímóti segði stjórin á Fiskiveiðieftirlitinum seg onga heimild hava at gera nakað sum helst, tá hann her fyri varð konfronteraður við atfinningar frá Kjartani Hoydal fyri onki at gera við ólógliga fiskandi gørnini hjá Anitu.

Nú hevur Vørn so funnið út av, at tað ber til at melda staðfestar ólógligheitir til løgregluna og kann samstundis nýta hetta sum eina kærkomna grundgeving fyri at halda munn. Vit mugu bara vóna, at Fiskiveiðieftirlitið ger sína skyldu, nú Anita er farin út aftur at draga gørnini, og hevur eftirlitsfólk við umborð fyri millum annað at kanna, hvat er í, og hvussu nógv gørnini eru í tali.

Axel Hansen

nevndarlimur Føroya Fiskimannafelag