Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

- Vónandi hjálpur onkur okkum

Eg eiti Rúni. Eg eri føddur og uppvaksin í Føroyum. Og mær tørvar hjálp. Eg eri nú 40 ár, eg havi verið sálarsjúkur í nøkur 20 ár, og hvør løta í mínum lívi hevur verið spilt. Eg havi verið heimleysur og fátækur alla mína tíð. Eg havi bara kunna sitið og bíðað eftir at sleppa vekk. Vekk frá hvørjum? Vekk frá Føroyum. Ongin er heimleysur av egnum vilja.

Fyri øll okkum í hesi støðu er tað galdandi, at tey ráðandi hava tikið hesa avgerð fyri okkum. Heilar bygdir og oyggjar standa tómar, við húsum, men tað er av størri týdningi fyri tey ráðandi at eiga eitt summarhús at brúka eina ferð um árið, enn at lata sítt egna fólk fáa egnan bústað.

Men so ein dagin kom Fámara. Hettar var nakað nýtt í Føroyum. Her fekk eg frið og pláss at liva sum eitt vanligt menniskja eigur. Eg havi nógvar góðar útbúgvingar, eina øgiliga vitan um mangt og hvat, og eri sera kreativur, men áðrenn Fámara orkaði eg ikki at brúka hettar til nakað. Her vaknaði alt tað.

Men longu nú, áðrenn vit vera tvungin at flyta, er alt tað vekk aftur og bert sjúkan er eftir. Dagliga mugu vit hoyra hvussu tey ráðandi grenja, lúgva og boyggja lógir, fyri at fáa okkum vekk og teirra egnu inn ístaðin. At síggja hvussu langt landsins myndugleikar vilja fara fyri at skaða onnur, tykist mær so óhugnaligt og vamlisligt, at eg orki ikki at royna meir.

Fyri tey ráðandi er hettar ein spurningur um jørð. Tey reypa sær mangan av at tey longu eiga helvtina av allari brúkbarari jørð í landinum, tó har er ikki íroknað alt tað tey hava lagt undir seg sum privatpersónar og gjøgnum familju og vinir.

Sostatt hava tey vald yvir tí heilt stóra meginpartinum av allari jørð sum finst, so onki er eftir til fólkið. Og tey ætla sær ongantíð at steðga, tí tey hugsa bara um júst hettar, at leggja alla jørð undir seg. Hvør kvadratmetur fær tey nærri einum seyði afturat og harvið nakrar túsund krónur meir í lumman. Tí ein seyður kostar onki, krevur onki, og um so ein doyr so vera fleiri nýggir føddir.

Uttan jørð kann fólkið ikki framleiða egnan mat, og má tí keypa alt frá teimum sum eiga jørðina. Soleiðis hugsa tey ráðandi.

Ein sleppur ikki at velja hvar ein er føddur, og í løtuni er onki land verri enn Føroyar. Vit eru nógv sum mugu liva her, men bert fá sum sleppa at ráða. Stórt vald átti at givið stóra ábyrgd, ikki stórt ríkidømi.

Lívið átti at verið meir enn bara at droyma um betur lond, og Fámara átti ikki at veri tað síðsta av sínum slag, men heldur tað fyrsta av fleiri.

Við vón um at onkur vil hjálpa okkum at vera verandi her í Fámara.

Rúni Jacobsen