Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vøksturin í Kili steðgar

Vøksturin í framleiðsluni av laksi í Kili fer at steðga upp komandi ár, sigur serfrøðingur við norska blaðið Fiskaren.

Vøksturin í framleiðsluni av laksi í Kili fer at steðga upp komandi ár, sigur serfrøðingur við norska blaðið Fiskaren.

Kilenskir alarar høvdu vónað at framleiða eini 440.000 tons av laksi í ár, men framleiðslan verður neyvan meira enn 350.000 tons, metir Paul Aandahl, sum er marknaðargreinari hjá Norges Sjømatsråd.

Hann hevur júst verið á námsferð í Kili, og hann legði niðurstøðurnar fram á fundi um laks í Oslo í síðstu viku.

Nógv høvdu væntað, at framleiðslan av laksi í Kili fór at økjast rættiliga skjótt, eftir at vinnan varð hart rakt av ILA í 2007 og 2008, men hesin vøksturin hevur kortini verið minni enn væntað.

Eg hevði mett, at Kili fór at framleiða 350.000 tons í ár, og ta metingina havi eg framvegis eftir hendan túrin. Eg vænti ein vøkstur í framleiðsluni í fyrsta ársfjórðingi 2013, men síðani steðgar hesin vøkstur, sigur Paul Aandahl. Vøksturin í 2013 stavar frá tí fiski, sum longu er í sjónum.

Aandahl sigur, at politiski viljin í Kili er, at landið ikki skal framleiða meira enn 750.000 tons av atlantslaksi, sílum og coho-laksi.

Komandi tvey árini fara myndugleikarnir og vinnan at seta seg saman og tosa um framtíðina hjá alivinnuni í Kili. Hesa tíðina verður eingin vøkstur í framleiðsluni. Tað er eisini torført at fáa lønsemi í alivinnuna, um vøksturin skal halda fram, sigur Paul Aandahl.

Heldur eingin vøkstur í Noregi

Heldur ikki framleiðslan av laksi í Noregi fer at økjast nakað serligt, væntar Frank Asche, ið er professari á lærda háskúlanum í Stavanger.

Hann sigur, at við dagsins kørmum í alivinnuni í Noregi og Kili fer framleiðslan væntandi ikki at økjast munandi, hóast nakað av vøkstri kortini kann væntast. Asche væntar, at eftirspurningurin eftir laksi framhaldandi fer at vera størri enn vøksturin í framleiðsluni. Hann væntar, at miðalprísurin í ár verður 27 norskar krónur fyri kilo.