Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tilvildarlig mynd.

VØKSTUR OG VÆLFERÐ - HÆGSTU RAÐFSETING

Á aðalfundi hjá Samhald varð orðaskifti um m.a. vøkstur og vælferð, har løgmaður vísti á, at sjáldan hevur verið gjørt so nógv fyri tey veiku, sjúku og gomlu í samfelagnum

Veljarafelagið Samhald hjá Sambandsflokkinum í Eysturoy hevði aðalfund mánakvøldið 10. februar 2014.

Nevndarval

M.a. var nevndarval á skránni. Fyri vali hesuferð stóðu Hans Petur S. Djurhuus, Jarmund Kruse, Johan Petersen, Olga Magnussen, Sámal P. Petersen og Tummas Eli H. Joensen. Hesi vóru afturvald, burtursæð frá Olgu Magnussen, sum bar seg undan afturvali. Í hennara stað var Eiler Lamhauge valdur. Sum nýggjur tiltakslimur var Aloma Davidsen vald og til grannskoðara Símun Mittún.

Menning og vøkstur

Aftaná aðalfundin varð lagt upp til orðaskifti. Til staðar á fundinum vóru tingfólk Sambandsfloksins í Eysturoy og løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen.

Á fundinum varð m.a. gongdin í samfelagnum viðgjørd og víst varð á, hvørjar broytingar eru hendar síðan kreppuna í 2008 og hvørjar avbjóðingar standa fyri framman.

Á fundinum varð m.a. staðfest, at síðan kreppuna eru hendar hesar broytingar:

• Arbeiðsloysið er støðugt lækkað frá 8,3% til 3,7%

• Nýggj ferðavinnustrategi er løgd og skal tryggja inntøkur fyri slaka milliard

• Oljuboringar fara at geva fleiri 100 mió.kr. í inntøkum í ár

• Útflutningurin fer væntandi at seta met í ár, nú svartkjaftakvotan veksur munandi

• Arbeiðsfjøldin veksur

• Búskaparvøkstur, BTÚ

• Ríkisveitingin verður nú prístalsviðgjørd og hækkar hetta valskeiðið við sløkum 40 mió.kr. Framskrivingar vísa, at meirinntøkurnar frá prístalsviðgerðini verða uml. 100 mió.kr. í 2020

• Íløgurnar hjá tí almenna, kommununum og tí privata hava sjáldan verið størri

• Lønargjaldingarnar hjá tí privata eru støðugar – høgt vinnuligt virksemi

• Alivinnan er vorðin ein týðandi útflutningsvinna

• Fólkatalið fer uppeftir.

Sosialøkið - hægstu raðfesting

Seinastu tíðina hevur alment verið funnist at, at onki er hent á sosialøkinum - vantandi sosialur profilur hjá Sambandsflokkinum. Hetta er kortini ikki veruleikin og í hesum sambandi vísti løgmaður á, at 2 tey seinastu árini eru hesi mál loyst á td. almannaøkinum:

• Lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk samtykt - nýskipan um rúmligan arbeiðsmarknað

• Barnaverndarlógin dagførd við m.a. herdari fráboðanarskyldu

• Barnahús til børn, ið eru útsett fyri harðskap, herundir kynsligan harðskap

• Barnaumboð sett á stovn - sambært kravi í ST barnarættindasáttmálanum

• Barnabati økta játtan til "Tú og eg ráðgevingina"

• Sorgarbólkurin Berin økta játtan, soleiðis at børn, ið hava mist teirra foreldur kunnu fáa stuðul og linna.

• Økt játtan til heimleys/hitastovuna á Herberginum

• Depil til fjølbrekað børn sett í gongd, og sum verður tikin í nýtslu í ár

• Vardir bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum sett í gongd, og sum standa lidnir í 2015 í ávikavist Eysturoynni og Norðoyggjum.

• 16 íbúðir til fólk við sálarsjúku sett í gongd, og sum standa lidnar í ár

• 2 mió. kr játtaðar til Fountain House, sum er eitt arbeiðsrættað tilboð til fólk við sálarsjúku.

• 250 tús. kr játtaðar til kvinnuhúsið til m.a. sálarliga hjálp og ráðgeving.

• Eldralóg borin í Tingið

• Lóg um útlegging av eldraøkinum borin í Tingið

• Dagtilhald fyri dement í Vági og Fuglafirði

• Rehabilitering verður sett á stovn í Eysturoynni

• 15 mió.kr játtaðar eyka til eldraøkið í ár

Hesar broytingar eru hendar meðan Sambandsflokkurin hevur sitið í landsins leiðslu seinastu valskeiðini. Sambandsflokkurin vil altíð raðfesta soleiðis og arbeiða fyri, at játtanirnar fara til tær kjarnutænastur, sum skulu veita borgarunum ein betri dagligdag.

Politiskar avbjóðingar

Hinvegin staðfesti fundurin eisini:

• Hall er á fíggjarlógini - málið er javnvág í 2016

• Botnfiskaveiðan er søguliga lág – arbeitt verður við einari nýskipan av fiskivinnuni

• Aldursamansetingin í Føroyum er ikki optimal – ætlan um fólkavøkstur er sett í verk

Sambandsflokkurin heldur, at tað nú gerast fleiri sjónlig positiv úrslit frá førda politikkum, men tað standa samstundis fleiri politiskar avbjóðingar fyri framman, sum flokkurin er til reiðar at loysa.

Nevndin skipað seg

Aftan á fundin skipaði nevndin seg við Johan Petersen sum formanni, Hans K. Abrahamsen næstformanni, Tummas Eli Joensen skrivara og Karin Davidsen kassameistara.

Annars er nevndin hendan: Eiler Lamhauge, Hans Petur S. Djurhuus, Hanus Jacobsen, Jan Abrahamsen, Jarmund Kruse, Jógvan I. Olsen, Niclas Davidsen, Oddur Ejdesgaard, Sámal P. Petersen og Sighvatur Sighvatsson.

Tiltakslimir eru Aloma Davidsen og Ólavur Thomsen.

Vegna veljarafelagið Samhald

Johan Petersen, formaður