Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

VØKSTUR ELLA RAKSTUR

Tað eru í høvuðsheitum tveir vegir at fáa tamarhald á almenna húsarhaldinum. Antin at skapa vøkstur ella at minka um rakstur. Miðflokkurin hevur víst á gongdar leiðir at skapa vøkstur við politiskum átøkum. Higartil hevur hesin politikkur ligið á láni í stutta samgonguskeiðnum. Men hesin politikkur má nú setast á skránna.

Lív í flakavinnuna

Okkara uppskot er at fáa lív aftur í flakavinnuna við frystum fiski úr øðrum londum. Nógv flakavirkir standa tóm og arbeiðsloysið er stórt. Tí er upplagt, at landið, meðan kreppan enn leikar á, fíggjar eina slíka skipan við pengum, sum í løtuni liggja deyðir. Realurin hevur slíkan kapital. Landið eigur í eina avmarkaða tíð at fíggja goymslu av frystum fiski, sum virkir kring landið so kunnu seta í framleiðslu, tá høvið býðst. Trupulleikin hjá flakavirkisvinnuni er kapitaltørvurin, og tí eigur landið at lyfta hesa uppgávuna.

Øll vita, hvussu svikaligt arbeiðið á einum flakavirki er, nú lítil fiskur er á grunninum. Teir dagar, tá arbeiðsfólk noyðast at vera heima og fáa pengar úr ALS, kundu virkini heldur arbeitt tiðnaðan fisk. Tað hevði økt um framleiðsluna á landi. Tað hevði gjørt tað hugaligari at arbeitt á flakavirki. Tað hevði minkað um arbeiðsloysið og harvið minkað um trýstið á arbeiðsloysisskipanina. Og tað hevði givið fleiri skattainntøkur.

Nú vilja so teir vanligu búskaparfrøðingarnir siga, at slík skipan er kappingaravlagandi. Ja, tað er rætt, so leingi, sum kapping er. Men tá ongin kapping er, 1700 fólk eru arbeiðsleys, og lítið av fiski er til, hava vit øll ein trupulleika. Og so leingi sum kappingaravlaðingin snýr seg um fígging og ikki stuðul, burdi vandin fyri at skeikla marknaðarkreftirnar verið lítil. Tí hvussu sær út við kappingarstøðuni á fíggingarmarknaðinum ídag? Peningastovnarnir velja nakrar út, sum teir hava álit á, og geva øðrum krakk, júst fyri at tryggja sínum kundum bestu kappingartreytir.

Framkomin lond, sum hava trot á rávøru, innflyta og víðarivirka hana. Føroyar eru framkomið land í fiskavirking. Vit hava bestu fólk í øllum liðum. Vit hava virkir, tól og útgerð. Vit hava søguna og royndirnar.

Miðflokkurin leggur dent á hetta arbeiðið í samgonguni. Tær samrøður, sum eg havi havt við løgmann og aðrar samgongufelagar vissar meg um, at slíkum politikki er lív lagað.

Vøkstur heldur enn sparingar

Miðflokkurin hevur eisini víst á onnur politisk átøk fyri at skapa búskaparvøkstur í samfelagnum. Endamálið er at halda fast um eitt sunt og vælvirkandi vælferðarsamfelag, har vit, heldur enn at skerja týdningarmiklar sosialar skipanir, fáa ferð á samfelagið og inntøkurnar. Sjálvandi skulu vit til eina og hvørja tíð ansa eftir, at skattaborgarans peningur verður gagnnýttur til fulnar, og tí er støðugt neyðugt at nýskapa og umleggja skipanir, har fyrimunir finnast.

Men nú er neyðugt at seta ferð á vakstrarpolitikkin og vóni eg, at samgongan sær álvaran!

Bill Justinussen