Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vognstýrarin vísir vegin, Edmund

Nú tú ert farin at royna at skaffa okkum innlit í nøkur viðurskifti landanna millum, fari eg so inniliga, sum eg kann, at heita á teg og biðja teg um, eisini at skaffa okkum innlit í flg. viðurskifti:

1. Hvørjar undirhondsavtalur vórðu gjørdar millum føroyskar og danskar politikkarar eftir fólkaatkvøðuna í -46 og fram til valið í -48? Øll skjøl og brævasambond á borðið, takk.

2. Øll skjøl og avtalur ml. danir/NATO og fø. politikkarar/myndugleikar í samband við etableringina av Nato-støðini á Sornfelli skulu fram í ljósið, so skjalprógvast kann, hvussu fø. vórðu bæði lumpaðir og reyvrendir.

3. Øll skjøl um njósning av fø. pol. eiga at verða umbiðin og framløgd alment.

4. Øll skjøl um, hvussu danskir og føroyskir politikkarar/myndugleikar, stjórar og sakførarar tacklaðu húsag. í -92, eiga eisini at verða funnin fram og løgd í ljósið, so m.a. síggjast kann, hvørjar avtalur gjørdu, at hetta stóra fíggjarliga svikið kundi verða framt uttan fylgir, og eisini soleiðis, at vit ongantíð aftur koma í líknandi óføri, tí vit - eftir innlit - eru betri før fyri at steðga galskapinum, um hann aftur trínur á pall. So Edmund - nú er at pressa á.

Men eitt er eftir, og tað hevur stóran týdning fyri framtíðin:

5. Øll skjøl um, hvørjar ætlanir danir hava við Føroyum í eini komandi oljuvinnu og í samband við teirra framtíðarætlanum í í Artisk og annars, hvat teirra ætlanir eru við Føroyum fram til t.d. 2050 - eiga eftir innlitið - um tað verður eftirlíkað - at verða løgd fram til støðutakan av tí fólki, ið her býr. Slíkt átti at verið ein sjálvfylgja.

Meira kundi verið tikið við, men tað fer at bíðja, til vit hava sæð, um innlitisumbønirnar verða eftirlíkaðar, ella um vit framhaldandi fáa sama útsýn sum hestarnir hjá Tuborg/Carlsberg, ið ganga Keypmannahavn oman og niðan við botni fyri eygunum.

Vognstýrarin vísir vegin.

Dagfinnur Danbjørg