Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vítt til veggja

Ímeðan samgongan ræðist at taka ábyrgd, er líkt til, at Sambandsflokkurin er einasti flokkur á Tingi, ið hevur sett síni tingfólk frí til at atkvøða eftir egnari sannføring, tá ið rættindi til samkynd vórðu fyri í Løgtinginum

Hóast eg ikki fari at leggja nógv aftur at víðfevnda orðaskiftinum um rættindi til samkynd, er týðandi at nema við nøkur sentral viðurskifti, áðrenn orðaskiftið endar í hesum umfari.

Vítt til veggja í flokkinum
Eitt prinsipp, sum vigar nógv í Sambandsflokkinum, er, at tað skal standa tinglimum frítt at atkvøða eftir egnari sannføring í málum av sonevndum ”etiskum” slagi. 

Sama sást ikki í øðrum flokkum, og líkt er til, at Sambandsflokkurin er einasti flokkur á Tingi, ið setti síni tingfólk frí til at atkvøða – eisini hóast fleiri í samgonguni vildu sleppa at atkvøða frítt.

Soleiðis er vítt til veggja í Sambandsflokkinum, og soleiðis eigur tað at vera.

Fram eftir fummum
Málið um rættindi til samkynd fór ígjøgnum Tingið óvanliga ódámliga, óvirðiliga og hartil klossut. Hetta var ein høvuðskritikkur frá Sambandsflokkinum, tó at grundleggjandi virðið er, at allir samfelagsbólkar eiga og skulu hava grundleggjandi rættindi.

Fýra tingfólk løgdu uppskotið fram, hóast eitt slíkt mál sjálvandi eigur at koma frá landsstýrinum og í samráð við stjórnina um tað løgfrøðiliga og praktiska. Lógararbeiðið var út av lagi vánaliga frágingið, og sjáldan hevur løgtingsskrivstovan talað so harðliga at. Einki heimaarbeiði var gjørt.

Heldur enn at landsstýrið kom við einum samlaðum útspæli, vórðu trý mál løgd fram, og eftir harðan orðadrátt í og uttan fyri Tingið, varð eitt teirra – uppskotið um ikki, at fara inn um kirkjugátt – tikið aftur.

Stór ivamál og ógreiða merktu uppskot, viðgerð og nevndararbeiði, og tí var eisini stórur forvirringur í almenna orðaskiftinum.

Samgongan ræðist ábyrgd
Framvegis eru ógreiður í málinum, eftir at tað er samtykt. Nú skal løgfrøðiliga rótibutikkin í Tinganes, síðani til Danmarkar at venda hjá stjórn og Fólkatingi, síðani aftur í Løgtingið og helst aftur til Danmarkar at verða endaliga avgreidd.

Sjálvt um mong halda, at málið er avgreitt, veit eingin, hvat ið kann henda málinum á løgfrøðiliga vegnum, ið tað nú er sent út á. Eru løgfrøðiligir snávingarsteinar? Vit vita tað ikki, tí heimaarbeiðið er ikki gjørt.

Ómetaliga ódemokratiskt
Í Sambandsflokkinum, sum allan vegin hevur staðið saman, orðaðu vit eitt uppskot um, at landsstýrið skuldi koma við einum útspæli, so sleppast kundi undan stóra stríðsmálinum um at fara inn í hjúnabandslógina við málinum um rættindi til samkynd.

Aftur ræddist samgongan fyri at taka ábyrgd. 

Hóast formaðurin í Javnaðarflokkinum sigur tað øvugta, fingu samgongutingfólk greið boð um at lata vera við at skriva undir, so uppskotið hjá Sambandsflokkinum kundi verða lagt fyri, hóast freistin var farin. 

Soleiðis blokkeraði samgongan fyri einari savnandi loysn við – ódemokratiskt – at lata hurðina aftur fyri okkara uppskoti. Seinni gjørdist alt málið ein kabinettspurningur hjá 14. september-samgonguni, hóast tey bedýraðu, at hetta var ikki eitt samgongumál.

Tjóðin í tvíningum
Allar vanligar spælireglur eru brotnar í hesum máli, og í grundini er Løgtingið misbrúkt nakað so dyggiliga og óhoyrt, tí at 14. september-samgongan ræðist fyri at taka ábyrgd.

Hvat kom burturúr?

Eitt er, at samkynd hava fingið útlit til at fáa grundleggjandi rættindi.

Annað – og meira álvarsligt er – at 14. september-samgongan hevur rent ein kíla niður ígjøgnum føroysku tjóðina. Fólk standa spjadd og stór ósemja ræður í landinum um hetta mál, ið fyllir nógv.

Alternativið
Hvat er alternativið?

Tað er, at samgongan setti síni tingfólk frí til at gera eftir egnari sannføring, so at uppskot Sambandsfloksins kundi verið lagt fyri Tingið og – uttan iva – verið samtykt.

Tá hevði úrslitið verið, at samkynd høvdu fingið síni grundleggjandi rættindi, uttan at tjóðin fór í tvíningar.

Hetta var tann savnandi loysnin á málinum. 

Tó – ein samgonga, sum ræðist fyri at taka ábyrgd, kann ikki annað enn skapa órógv og sundurlyndi millum føroyingar.

Bárður S. Nielsen
Formaður Sambandsfloksins