Vitjan frá Kennedy Sentrinum, Washington
Í hesum døgum vitja tríggir gestir frá Kennedy Sentrinum í Washington í Føroyum. Kennedy Sentrið er eitt risastórt mentanarhús, sum m.a. skipar fyri altjóða festivalum av mentanarligum slag.
Saman við Norðurlendska ráðharraráðnum leggja tey í løtuni síðstu hond á fyrireikingarnar til eitt stórt norðurlendskt mentanarátak, kallað Nordic Cool, sum verða skal í Washington í tíðarskeiðnum 19. februar til 17. mars 2013.
Tað er longu gjørt av, at eitt av føroysku íkastunum á mentanarstevnuni í Kennedy Sentrinum næsta vár verður framførsla við songkvinnuni Eivør Pálsdóttur.
Ørindini hjá amerikonsku gestunum í Føroyum hesar dagarnar eru at síggja og hoyra og uppliva føroyska list og mentan við tí í huga at gera føroyska og harvið samlaða norðurlendska íkastið í Washington uppaftur meira forvitnisligt.
Amerikansku gestirnir vitjaðu í morgun Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum, sum fegnast um, at Føroyar eisini verða umboðaðar á norðurlendska mentanarátakinum í Washington í 2013.