
Vitjaðu Victoriu í Gamla Stan !
Apríl 2013 bleiv myndin og teksturin lagdur út á facebook!
Heðin Mortensen, borgarstjóri, vitjaði í dag saman við hinum norðurlendsku bogarstjórunum á Stockholms Slott í Gamla Stan, har Victoria krúnprinsessa var vertur.
Eftir stóran panelfund í dag fóru borgarstjórarnir á vitjan hjá Victoriu krúnprinsessu, meðan restin av fundarluttakarunum høvdu rundborðssamrøður um tær avbjóðingar, høvuðsstaðirnir standa yvirfyri.
Á myndini síggjast frá vinstru borgarstjórin í Marihamn Edgar Vicktrøm, Annette Christensen úr Keypmannahavn, Arja Karhuvaara úr Helsinki, krúnprinsessa Victoria, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavn, Jón Gnarr úr Reykjavik, Stig Berger Røsland úr Oslo og Sten Nordin úr Stockholm.
Borgarstjórarnir sótu í útivið ein tíma og prátaðu við Victoriu, krúnprinsessu, á Stockholms Slott í Gamla Stan. Hon vísti stóran áhuga fyri Føroyum og segði seg at hava hug at koma á vitjan. Heðin Mortensen, borgarstjóri, nýtti høvið at bjóða henni vælkomnari at vitja.
- Krúnprinsessan vísti serligan áhuga fyri okkara royndum við grønari orku, hvussu vit útbygdu infrastrukturin og ikki minst var hon áhugað í okkara skúlaskipan. Hon tykist fylgja avbera væl við og tað var eitt upplivilsi at hitta hana, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking.
------------
Í gjár fylti svenska krúnprinsessan Victoria 40 ár - hjartaliga til lukku!