Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

VITJAÐU VICTORIU Í GAMLA STAN

Heðin Mortensen, borgarstjóri, vitjaði í dag saman við hinum norðurlendsku bogarstjórunum á Stockholms Slott í Gamla Stan, har Victoria krúnprinsessa var vertur.

Eftir stóran panelfund í dag fóru borgarstjórarnir á vitjan hjá Victoriu krúnprinsessu, meðan restin av fundarluttakarunum høvdu rundborðssamrøður um tær avbjóðingar, høvuðsstaðirnir standa yvirfyri.

Á myndini síggjast frá vinstru borgarstjórin í Marihamn Edgar Vicktrøm, Annette Christensen úr Keypmannahavn, Arja Karhuvaara úr Helsinki, krúnprinsessa Victoria, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, Jón Gnarr úr Reykjavik, Stig Berger Røsland úr Oslo og Sten Nordin úr Stockholm.

Borgarstjórarnir sótu í útivið ein tíma og prátaðu við Victoriu, krúnprinsessu, á Stockholms Slott í Gamla Stan. Hon vísti stóran áhuga fyri Føroyum og segði seg at hava hug at koma á vitjan. Heðin Mortensen, borgarstjóri, nýtti høvið at bjóða henni vælkomnari at vitja.

- Krúnprinsessan vísti serligan áhuga fyri okkara royndum við grønari orku, hvussu vit útbygdu infrastrukturin og ikki minst var hon áhugað í okkara skúlaskipan. Hon tykist fylgja avbera væl við og tað var eitt upplivilsi at hitta hana, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking.