Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vitjaðu veterinera ráðstevnu og innflutnings eftirlit í Skt. Pætursborg

Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Birna Mørkøre, landssdjóralækni hildu í farnu viku fyrilestrar um føroysku skipanina við aliloyvum og sjúkufyribyrging í alivinnuni á ráðstevnuni "Baltic Forum on Veterinary Medicine and Food Supply Security - 2018" í Skt. Pætursborg.

Umframt ráðstevnuna, vóru føroysku umboðini eisini boðin at vitja myndugleikar og kanningarstovur, ið hava týdning fyri føroyskan útflutning til Russlands og Eurasiatisku tollsamgonguna. Starvsfólk av Matvørudeildini og Kanningarstovuni luttóku eisini.

"Tað er sera týdningarmikið fyri okkum at skilja til fulnar, hvussu russar ítøkiliga fremja eftirlit við marknalið og aftaná tað. Úrslitið av ferðini staðfesti og víðkaði okkara fatan av russiska innflutningsliðnum, og fer væntandi at gera komandi samráðingar lættari”, sigur Bárður Enni, stjóri.

Vitjað var á marknaliðnum á havnarlagnum í Skt. Pætursborg, har nógvur føroyskur pelagiskur fiskur verður innfluttur frystur úr Føroyum. Høvi var at síggja, hvussu fiskavørur vera móttiknar og mettar, og hvussu heilsuváttanin frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni verður eftirhugd. Eisini varð víst hvussu sýni verða tikin til mikrobiologiskar og kemiskar kanningar.

Áhugavert var eisini at síggja framkomnu elektronisku skrásetingina hjá russisku myndugleikunum.

Seinni varð vitjað á føderalu kanningarstovuni í Skt. Pætursborg, har leiðsla og starvsfólk sýndu hvussu farið verður fram, tá sýnini eru komin av marknaliðnum á havnalagnum í Skt. Pætursborg.

Eftirlit við matvørum í Russlandi er býtt millum føderalt og regionalt ábyrgdarøki, soleiðis at regionalu myndugleikarnir taka yvir tá vøran er komin inn um markið til Russlands.

Tí varð eisini vitjað á regionalu kanningarstovuni, har kanningar av fiskavørum vóru vístar í laboratorium. Sostatt bar til at kunna seg um mannagongdirnar, allan vegin frá móttøku av vøru við markið, til vøran verður send víðari til brúkaran í Russlandi ella aðrastaðni í Eurasiatisku tollsamgonguni.