Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

- Vit vilja loysnir heldur enn trupulleikar

- Vit hava eina ábyrgd sum ungdómsfelag at vera ein rødd fyri ungdómin.

Ein rødd, sum kann varpa ljós á nøkur viðurskifti, sum eru sera, sera týdnigarmikil, segði Heri Danielsen, sum helt sína fyrstu røðu sum formaður í Unga Sjálvstýri.

Eftir at hava ligið stilt í eina tíð, varð Unga Sjálvstýri endurstovnað í februar. Vit endurgeva nakað av tí, sum ungi formaðurin bar fram í síni fyrstu røðu.

- Vit vita øll, at um eitt samfelag skal vera burðardygt, so má ungdómurin vera við. Vit í Unga Sjálvstýri ætla okkum at vera við til at gera broytingar og við til at skapa nýggjar karmar til einar nýggjar Føroyar.

Frælsi til frælsi
- Vit eru so mikið heppin, at vit liva í einum so tryggum og fríum landi sum Føroyar. Vit hava trúarfrælsi, talufrælsi, skrivifrælsi og enntá hava vit frælsi til at hava frælsi. Ja hvat eru vit ikki rík, at vit kunna liva í einum samfelagi, har tú hevur frælsi at hava tína egnu sannføring.

- Vit velja at endurstovna Unga Sjálvstýri, tí at vit trúgva uppá eitt samfelag, sum sær loysnir í staðin fyri trupulleikar, eitt samfelag, sum byggir brýr í staðin fyri at brenna tær, eitt samfelag har hvør einstakur borgari  kann hyggja í eyguni á næsta sínum og siga “ Vit gera okkara besta”

Ungdómurin hevur ábyrgd
- Vit hava eina ábyrgd sum ungdómsflokkur, at vera ein rødd fyri ungdómin.
Ein rødd, sum kann varpa ljós á nøkur viðurskifti, sum eru sera, sera týdnigarmikil. Grøna orku, ferðavinnuna, prioritera sálarsjúku í heilsuverkinum, betra um korini hjá lærlingum, veita bestu  møguleikar til tey ungu, sum vilja lesa miðnám og eisini tey sum ætla sær víðari lesnað. Hettar eru bert nøkur dømi, sum detta burtur burtur í millum og missa fokus hjá fjølmiðlunum og eisini okkara politikkarum. Tí hava vit sum ungdómur eina ábyrgd, at vera íðin til at seta ljós, á hesi týdningarmiklu viðuskiftir.

- Tey seinastu árini er gjógvin í millum, politikkarar og borgarar størri enn áður.  Fólkið heldur at politikkarar eru ein “elita”, og at politikkur ikki er fyri gjøgnumsnits føroyingin. Og vit kunnu spyrja, hví hetta er blivið so. Ein av orsøkunum kann vera orðaskiftið í millum politikkarar.

- Vit, sum virka í føroyskum politikki hava eina sera stóra ábyrgd, tá ið tað kemur til samskifti. Vit verða noydd at hava virðing fyri hvørjum ørðum, tá ið vit práta, og duga at síggja, at øll ikki kunna vera samd. Vit vera eisini noydd til at duga at vísa virðing og finna loysnir, og hetta skal gerast árenn vit fara at rópa upp, um hvørji eru tey óndu og hvørji eru tey góðu. Tí um politikkarar ikki duga at uppføra seg hóvliga og arbeiða professionelt, hvussu skula tá fólk hava virðing fyri teimum, og hvussu skal tá, eitt demokrati nakrantíð virka?
 
Vilja arbeiða fyri fólkið
- Politikkarar verða valdir á ting fyri at umboða fólkið. Tað eru Føroya fólk, sum onkursvegna skal sita við valdinum. Komandi løgtingsval ræður ikki um 33 fólk, men tað ræður um 50.000 

einstaklingar, ið allir skula verjast og fáa so góðar karmar sum gjørligt. So latið okkum práta og uppføra okkum siðiligt. Vit umboða eitt sjónarmið, gamaní, men hettar sjónarmiðið er bert til, tí at onnur taka undir við tí. 

- Unga Sjálvstýri fer miðvíst, at arbeiða fyri føroyinginum. Vit fara at gera eina roynd, at savna Føroya fólk. Vit fara at bera fram hugskot, ið seta upp røttu karmarnar upp, so at flest gjørligt fólk skulu trívast. Bæði í tí vinnuliga og í tí sosiala. Hetta er hart og spennandi arbeiði, ið liggur fyri framman í Føroyum, men ungdómurin er klárur at arbeiða hart. 

Heri Danielsen, formaður fyri Unga Sjálvstýri.