Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit vilja ikki skerja verkfallsrættin

Framsókn tekur ikki undir við at feløgini á arbeiðsmarknaðinum skulu hava eina lógarkravda skyldu at boða frá arbeiðssteðgi tveir yrkadagar, áðrenn hesin verður settur í verk. Til komandi 2. viðgerð av uppskotinum um lóg um semingsstovn, fer Framsókn at leggja fram eitt broytingaruppskot, sum tekur hendan partin burtur. Verður broytingaruppskotið ikki samtykt, fer Framsókn at atkvøða ímóti nýggju lógini.

Frælsið at virka frítt og við ábyrgd, er ein av hornasteinunum í virðisgrundarlagnum hjá Framsókn. Vit halda, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum í nógv ár hava víst, at teir duga at umsita arbeiðsmarknaðin við ábyrgd.

Uppskotið um avmarking í verkfallsrættinum er ein púra óneyðug provokatión. Eitt er at uppskotið er eitt týðiligt tekin um vantandi virðing fyri, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir kunnu finna semjur. Annað er, at hon tekur rættindi og vald frá pørtunum og minkar um ta ábyrgd, sum partarnir í framtíðini eiga at hava mótvegis arbeiðsmarknaðinum. Ein slík atgerð kann ikki sameinast við liberalu virðir floksins.

Í Framsókn eru vit samd um, at ein lóg um seming er til gagns fyri arbeiðsmarknaðin. Hetta krevur tó, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru grundleggjandi samdir um, hvussu skipanin og semingsstovnurin skulu virka. Undir 1. viðgerð av lógini vístu vit tí á, at skuldi Framsókn taka undir við uppskotinum, so var tað avgerandi neyðugt, at vinnunevndin broytti uppskotið soleiðis, at frælsið, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava í sambandi við arbeiðssteðg ikki verður skert.

Tórshavn, 30. Apríl, 2013

Framsókn

Poul Michelsen, formaður