Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

VIT VELJA FØROYAR

“Vit trúgva uppá, at Føroyar eru eitt gott stað at virka og liva. At her er gott at vera og nakað at koma heim aftur til. Vit trúgva upp á, at við fókavøkstri kemur búskaparvøkstur, ein ríkari mentan, trivnaður og ein enn størri atdráttarmegi sum samfelag. Vit trúgva eisini uppá, at okkara útisetar eru ein partur av loysnini, og at tað er her heima, at teir kunnu gera mun.”

TÍÐINDASKRIV FRÁ VINNUHÚSINUM OG KSF:

Soleiðis stendur í endamálsorðingini hjá átakinum “Vit velja Føroyar”, sum Kommunusamskipan Føroya og 10 føroyskar vinnufyritøkur hava tikið stig til, og sum fer av bakkastokki á ólavsøku. Átakið skal komandi árini vera við til at venda skeivu gongdini og aftur geva føroyingum hug og orsøkir at búgva og virka í Føroyum. Tað er ein sannroynd, at fólkatalið støðugt minkar, og annarhvør føroyingur, sum fer av landinum at lesa, verður verandi uttanlands. Avbjóðingin er stór, men vit vilja vera við til at venda gongdini.

VINNULÍVIÐ OG KOMMUNURNAR

Vinnulívið merkir beinleiðis avleiðingarnar av fólkaminking, bæði í mun til at fáa skikkaða arbeiðsmegi, at kundarnir fækkast í tali og marknaðurin og keypikraftin minkar.

“Tað snýr seg um framtíðar tilverugrundarlagið hjá okkara landi, okkum sjálvum og okkara børnum. Uttan fólkavøkstur og fleiri borgarar í framtíðini minkar grundarlagið undir okkara framleiðslu, kappingarføri, trivnaði og vælferð”, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum.

Kommunusamskipan Føroya umboðar størstu kommunurnar í landinum, sum eisini kenna avleiðingarnar av fólkaminking, og sum tí hava allar orsøkir til at ganga undan og gera nakað fyri at venda skeivu gongdini.

“Fráflytingin er ein álvarsom hóttan ímóti tilverugrundarlagnum hjá kommununum. Kommunurnar gera stórar íløgur í ungdómin, bæði á dagstovna- og fólkaskúlaøkinum, fyri síðani at missa ungdómin av landinum. Fáa vit ikki vent gongdini standa vit yvirfyri demografiskum broytingum sum koma at hava ógvusligar avleiðingar við sær fyri allan tann kommunala geiran og samfelagið sum heild”, sigur Heðin Mortensen, formaður í Kommunusamskipan Føroya.

“Vit føroyingar hava til tíðir ein heldur negativan hugburð mótvegis okkara egna landi og teimum møguleikum, sum her eru fyri at virka, liva og trívast. Við hesum átakinum seta vit fokus á fyrimunir og møguleikar, sum hetta samfelagið hevur at bjóða, kanska fram um onnur samfeløg. Vit vilja vísa, at vit taka trupulleikan í álvara og at vit vilja standa saman í stríðnum at venda gongdini”, sigur Eyðun Christiansen, aðalskrivari í Kommunusamskipan Føroya.

EIN STAÐFESTING OG EIN ÁHEITAN

Í heitinum “Vit velja Føroyar” liggur bæði ein staðfesting og ein áheitan. Tað er ein staðfesting av, at tey sum hava valt at liva teirra lív í Føroyum, fingið arbeiði, hava stovnað fyritøkur og skapt sær fortreytir, hava valt Føroyar. Men tað er samstundis eisini ein áheitan á okkara útisetar og lesandi, sum enn ikki hava valt, ella ivast í hvat tey skulu velja, um at síggja Føroyar sum ein sjálvsagdan møguleika.

FYRI ALLAR FØROYINGAR

Hetta er sjálvandi eitt langsiktað endamál og ein uppgáva, sum einstøku fyritøkurnar og kommunurnar ikki megna at loysa einsamallar. Tørvur er á, at øll – politikarar, borgarar, felagsskapir og fakfeløg – taka lógvatak og lyfta í felag.

Átakið skal venda sær til allar føroyingar. Herbúgvandi eins væl og útisetar. Børn, ung, lesandi í Føroyum. Lesandi og arbeiðandi uttanlands.

Átakið fer at fevna um eina røð av tiltøkum og samskifti, sum venda sær ítøkiliga til teir ymisku bólkarnar. Kjarnin í átakinum verður ein miðvís skráseting av útisetum, soleiðis at vit fyri tað fyrsta kenna teirra støðu, ynski og tørv og fyri tað næsta kunnu røkka teimum við viðkomandi kunning, tiltøkum og tilboðum. Sostatt skal “Vit velja Føroyar” skapa sambandið og fremja dialog millum føroyska vinnulívið og kommunurnar og okkara útisetar. Eitt samband, sum stórur tørvur er á og sum okkara útisetar sakna.