Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit umsita skattaborgarans pening

Tjóðveldiskvinnan í býráðum hjá Tórshavnar Kommunu, Marin Katrina Frýdal, skrivar í fjølmiðlunum í dag, at eg geri mær dælt av, at vinnarin av høvuðsvinninginum í lýsingarátakinum fyri Bussleiðina, hevur sett vinningin á sølulista.

Í mínari verð er málið býtt upp í tvey – ein partur, sum snýr seg um at brúka skattapengar til at býta út sum vinningar og hin parturin, sum snýr seg um sjálva Bussleiðina og skipanina við at ferðast ókeypis.

Útlutan av vinningum

Til tað fyrra um at býta út vinningar, so meti eg, at eitt býráð ikki hevur heimild at býta almennan pening út á henda hátt og til endamál, sum ikki eru lógarásett ella har ongin materiell heimild fyriliggur í serligari lóggávu (ikki bara ein játtanarheimild).Tað er burturvið at samanbera basar og aðra innsavning av peningini til eina kirkju, sum er alment gagnligt og kristiligt virksemi og at standa á Vaglinum og býta út vinningar, sum eru fíggjaðir við skattaborgarans peningi. Annað verður gjørt frívilluga og av persónligum orsøkum, meðan útluting av vinningum frá einari kommunu snýr seg um at brúka tvangsinndrivnan pening og at brúka henda til endamál, sum formliga ikki er regulerað á nakran hátt, sum onnur endamál hjá einari kommunu.

Eg havi ikki gjørt mær dælt av, hvat er hent í hesum málinum og sjálvandi kann viðkomandi borgari gera við vinningin hvat hesin vil – tá hesin nú er útlutaður. Tað er eisini skjótt, at slíkt virksemi skapar fordømi og hvar gongur so markið – nær skal kommunan siga ja ella nei.

Hvør ger sær dælt av nøkrum kann diskuterast – eg vil sum býráðslimur so ikki gera mær dælt av peningi, sum eg vegna borgaran eri settur av umsita á fullgóðan hátt og við ábyrgd.

Bussleiðin

Tað at reka Bussleiðina við ókeypis flutningi er nakað heilt annað at umrøða og hevur onki við útlutan av vinningum at gera. Eg havi loyvið at hava mínar politisku meiningar um verandi skipan við ókeypis Bussleiðini. Tú nevnir td. ongi fakta um skipanina – men eg kann nevna, at bussleiðin kostaði umleið 8 mió.kr. netto árliga at reka áðrenn hesa skipan við ókeypis flutningini og í løtuni kostar skipanin umleið 22 mió.kr. árliga (FÆ 2012) – ein vøkstur, sum vit býráðspolitikarar muga hava eina meining um. Tað, sum upptekur meg er, um tað vit gjalda til raksturin av bussleiðini stendur mát við nyttuvirði fyri borgaran. Útreiðslurnar svara hóast alt til umleið ¾ kommunuskattaprosent.

Tað gevur heldur ikki meining at samanbera busskoyring í einum øki við avmarkaðum fólkagrundarlag, øðrvísi samanseting av akfarsparkini, siðvenjur o.a. við størri øki í útlandinum – hetta er at generalisera. Harafturat velur Marin Katrina ikki at upplýsa um nýtsluprosentir ella hvørt talan veruliga er um vøkstur í nýtsluni av bussleiðini við nýggju skipanini. Vit vita ikki hvørt hesar stóru meirútreiðslur standa mát við vøksturin í ferðafólkatalinum og aðrar fyrimunir.

Tórshavn tann 5. juli 2012

Annfinn Brekkstein

Býráðslimur fyri Sambandsflokkin