Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit skulu verja okkara rætt at troyta havsins tilfeingi

-  Fyri okkum, sum liva við og av náttúruni, er tað umráðandi, at vit gagnnýta tilfeingið, vit hava, og at vit gera tað skynsamt, so veiðan kann halda fram ár um ár. Hetta snýr seg um búskap fyri okkum og um samljóð millum menniskju og náttúru. Tað er stórur munur á fatanini av burðardyggari veiðu í stórbýum og Arktis, og tí er neyðugt hjá arktiska fólkinum at seta teimum krøv, ið vilja hava ávirkan í økinum. 

Tíðindaskriv frá Tjóðveldi á fólkatingi

Orðini eigur Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, á ráðstevnuni Arctic Frontiers í Tromsø fyri góðum ári síðani. Um tvær vikur, tann 9. Mai 2017, fara vit at varpa ljós á henda hjá okkum sjálvsagda rættin til at veiða havsins tilfeingi burðardygt, eisini kóp og hval. Tá skipa Arktiski arbeiðsbólkurin á fólkatingi og Tjóðveldi á fólkatingi fyri ráðstevnuni “Bæredygtig udnyttelse af havets ressourcer”. 

Endamálið við ráðstevnuni er, umframt at vísa á okkara rætt at troyta havsins tilfeingi, eisini at greina og lýsa hvussu vistskipanin í havinum kann mátast og hvussu bannið móti kópaveiði hevur skeiklað vistskipanina og lagt stórt trýst á toskastovnarnar við Eysturgrønland og Kanada. Eisini lýsa vit havsúgdjór sum týdningarmikið matvørutilfeingi og trupulleikarnar millum kóp og fiskimenn í Eystarasalti.

Ein tann fremsta orsøkin hjá djóraverndarfelagsskapum at arbeiða fyri at steðga eitt nú kópa- og hvalaveiðu eru djóraetisk atlit. Somuleiðis grundgav Evropasamveldið, tá tað setti í verk bann móti innflutningi av allari framleiðslu úr kópi og kópaskinni, at hetta var fyrst og fremst av “moralskum atliti til borgararnar í ES”.

Bannið hevur verið veiðisamfeløgum í Arktis ein dyggur smeitur, við bæði arbeiðsloysi, fráflyting og fátækadømi sum beinleiðis avleiðing. Henda veruleika fer ráðstevnan eisini at vísa á, millum annað við at lýsa málið úr einum grønlendskum sjónarhorni, at lýsa sosiala- og búskaparliga týdningin av havsúgdjórum, við at greina hvussu veiðan eftir havsúgdjórum verður viðgjørd í altjóða miðlum og sosialum miðlum.

- Hendan veruleika skulu vit eisini vísa á. Meðan moralsku atlitini til borgararnar í Evropasamveldinum viga tungt í avgerðini, verða lítil og eingi atlit tikin til fólkið sum livir í og livir av náttúruni í Arktis. Samstundis stendur Samveldið og bankar upp á dyrnar í Arktis fyri at fáa lut í stóra tilfeinginum og møguleikunum í Arktis, vísir Magni Arge, fólkatingsmaður, á.

-Tá haldi eg at tíðin er komin at tað verður sett øðrum londum sum treyt fyri at koma upp í arktiska samstarvið, at tey taka undir við arktiska leistinum og steðga áganginum móti burðardyggari veiði eftir hvali og kópi. Vit skulu verja okkara rætt til at troyta havsins tilfeingi, sigur Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, um ráðstevnuna.

Ráðstevnan “Bæredygtig udnyttelse af havets ressourcer” verður í Fællessalen í Fólkatinginum tann 9. Mai 2017, frá klokkan 13.00 lokala tíð.

Blíðar heilsur,

Magni Arge
Fólkatingsmaður