Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit skulu skapa inntøkur úr øktu skipaferðsluni kring Føroyar

Føroyar skulu vera sjónligar í arktiskum høpi, so at Føroyar og føroyskt vinnulív fáa bestu møguleikar at bjóða fram sína serfrøði og tænastur.

Tað heldur løgmaður, sum hetta vikuskiftið er á ráðstevnuni Arctic Circle í Reykjavík, har nomið verður við møguleikarnar og avbjóðingarnar í Arktis. Løgmaður hevur fyri løtu síðan saman við Hákuni Djurhuus, stjóra í SEV og Sjúrði Skaale, fólkatingslimi Javnaðarfloksins, havt eina framløgu á stóru ráðstevnuni, ið telur nógvar altjóða serfrøðingar, vinnulívsfólk, politikarar og embætisfólk. 

 - Samgongan hevur sett sær fyri at føra ein virknan uttanríkispolitikk hetta valskeiðið. Vit hava sett okkum fyri at gagnnýta møguleikarnar í arktiska samstarvinum. Sum partur av Arktis, hava Føroyar somu avbjóðingar sum aðrar arktiskar tjóðir við nógvum umfatandi og grundleggjandi broytingum, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Broytingarnar hava eisini við sær stórar møguleikar fyri føroyskt vinnulív.

 -Og teir skulu gagnnýtast betur. Eitt nú er skipaferðslan kring Føroyar nógv økt farnu árini, og bera vit okkum rætt at, eru stórir møguleikar hjá føroyskum vinnulívi og føroyskum havnum at skapa arbeiðspláss og inntøkur við at veita hesum skipum tænastur, vísir løgmaður á.

2000 altjóða serfrøðingar, fjølmiðlafólk, vísindafólk, vinnulívsfólk, politikarar, lesandi og embætisfólk taka lut í Arctic Circle hetta vikuskiftið.