Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit skulu røkka málinum

Fólk við serligum tørvi skulu hava møguleikan at hava persónligan stuðul í egnum heimi, og miðnámsskúlatilboð skulu verða fyri øll:

Fólk við serligum tørvi hava sama dreym sum øll onnur. Ynski um eina framtíð við maka, íbúð, frítíð og arbeiði, so at tey kunnu forsyrgja sær og sínum og liva eitt vanligt lív. Ein dreymur gerst ikki altíð veruleiki, men vit hava øll rætt at droyma. Vit duga kanska ikki altíð at seta okkum inn í dreymar hjá hvørjum øðrum, og tí kann bert eitt orð gera, at ein dreymur brestur, og lívsneistin verður køvdur.

Tá Føroya Løgting samtykti, at ST- sáttmálin fyri fólk við breki, varð settur í gildi fyri Føroyar, vóru tað fleiri, sum aftur kundu hóma vónina. Serliga vóru tað tey nærmastu hjá fólki sum bera brek, men eisini áhugafeløg fegnaðust og fingu vónina aftur. Eldsálirnar sóu nú vón fyri framman, nú var málið vunnið. Vit fegnaðust øll.

Hóast nógv er gjørt, so røkka vit ikki øllum ásetingum í ST-sáttmálanum, men vit eiga miðvíst at arbeiða fram ímóti at skapa umstøðurnar soleiðis, at børn og ungdómur okkara skulu hava javnbjóðis møguleikar til útbúgving og til mennandi virksemi Øll hava sama rætt til umsorgan, læring og avbjóðingar, so tey kunnu skapa sær innihald og lívsvirði í gerandisdegnum, og gera dreymin til veruleika.

Nakað er gjørt. Lóg um uppihald á stovni er strikað. Fólk sum búgva á sambýli og røktarheimi fáa í dag pensjón og gjalda fyri seg. Tað er við til at geva teimum størri ávirkan og hervið frælsi og sjálvsavgerðarrætt. Lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk og uppfylging av sjúkradagpeningalógini, sum skal tryggja fólki tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Lóg um Húsalánsgrunnin, sum nú eisini kann veita lán til luta- og leiguíbúðir, og sum hevur gjørt, at kommunur og onnur runt landið hava víst stóran áhuga fyri at byggja íbúðir, so møguleikar eru eisini hjá fólki við serligum tørvi at fáa til vega hóskandi bústaðir. Byggilóg, sum kann tryggja atkomu, er eisini samtykt, fyri at nevna nakrir batar. Men framvegis er nakað eftir á mál.

Í samband við at Húsalánsgrunnurin nú kann veita lán til bústaðir til fólk við serligum tørvi, er alneyðugt at endurskoða stuðulsfólkaskipanina, til at stuðul kann veitast inn í heimið, so møguligt er at búgva í egnari íbúð. Tað skal vera lógartryggjaður rættur at fáa stuðul, og peningurin skal fylgja borgaranum, heldur enn at borgarin skal fyrihalda seg eina skipan.

Í okkara grannalondum er man farin yvir til (PBA) Persónligan brúkarastýrdan stuðul . Tvs. at stuðulin er knýttur at persóninum. Hetta er við til at hjálpa viðkomandi at megna ein gerðandisdag. Td. skal ein í føðingardag, til konsert, á feriu ella í skúla, so er tað borgarin sjálvur, sum raðfestir, alt eftir hvønn tørv hann hevur. Tað eru sera góðar royndir av hesi skipan, serligan í Noregi og Svøríki. Bústaður og stuðul eru skild frá hvørjum øðrum. Tað hevur verið við til at stovnshugtakið (instutitión) so at siga er burtur.

Vit eru eftirbátar, tá tað kemur til skúlatilboð. Øll kenna tær syrgiligu søgurnar, tá okkara menningartarnaðu vórðu send av landidum, og stríðið fyri at fáa hesi fólk heim aftur, síðan og gleðina, tá tað eydnaðist.

Tíðirnar eru broyttar, og tørvurin eisini, men enn eru vit noydd at kempa. fólkaskúlin skal vera fyri øll, men er hann nú tað? Vit mangla serliga tilrættaløgd skúlatilboð í fólkaskúlanum, tískil eru tað børn, sum einki fáa burturúr og keða seg. Onnur hava stuðul, men innihaldið er lítið og einki, og tíverri eru nøkur, sum als einki skúlatilboð megna. Tó eru nøkur tilrættaløgd skúlatilboð, sum eydnast væl.

Vita hava alt ov lítið, ella lættari sagt einki miðnámsskúlatilboð til fólk við serligum tørvi. Eftir fólkaskúlan er ikki nógv at velja í. Nevnast kann tilboðið til 7 fólk við menningartarni á Rásini triðja hvørt ár.

Tað eru ung og heilar familjur, sum flyta av landinum. tí einki skúlatilboð er til teirra børn eftir fólkaskúlan. Tað er ikki virðiligt, og tað kunnu vit ikki bjóða okkara borgarum. Stór orka hevur verið brúkt at fyribyrgja, at fólk verða send av landinum, men av tí at vit ikki hava skúlatilboð, so hendir tað framvegis í dag, at fólk mugu flyta, ikki tí at tey vilja, men tí tey kenna seg noydd til tað fyri at tryggja børnum sínum eitt gott lív. Fleiri ung eru eisini farin uttanlands í skúla, men trupulleikin er, tá tey koma heim aftur, tí hvørki bú- ella virkistilboð eru at koma heim til.

Vit hava í SVF sæð hesar sólstrálur av Rásini fyri kortum, ungdómar sum hava víst okkum, hvat tey hava lært. Høvuðsdentur hevur verið lagdur á praktiska upplæring. Tey hava fingið eitt tilrættalagt tilboð, har tey eru ment og síðani búgvin til at flyta í egna íbúð. Hetta er næsta holdi av næmingum, sum er komin frá Rásini og eru búgvin til at klára seg við stuðli í egnum heimi, saman við øðrum ella fyri seg sjálv. Vit geva tíverri ikki øllum møguleikan.

Tað er at frøast um, at alt verður gjørt fyri, at tey, sum hava søkt inn á miðnámsskúla ella til víðari lesnað, skulu fáa møguleikan, tað er jú ein rættur.. Men samstundis er tað hugstoytt, og lítið virðiligt, at umleið 30 ungdómar við serligum tørvi hvørt ár ikki fáa møguleikan. Sjálvt um tilboð er fyri øll, so er tað ikki soleiðis, tí skal tað tryggjast við lóg, at ung við serligum tørvi fáa møguleikan til tilrættalagt skúla- og menningartilboð. Her er langt eftir á mál, nógv ung eru , sum eins og øll onnur hava ein dreym um at halda fram við skúlagongd og fáa arbeiði, men tíverri er einki tilboð til teirra. Stríðið er ikki av, men kempast skal miðvíst víðari fyri at røkka málinum.

Eg saman við Sambandsflokkin vil gera alt fyri at fáa broytt viðurskiftini, so øll hava ein møguleika.

Rósa Samuelsen

løgtingskvinna fyri sambandsflokkin.