Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit skulu hava 2 serskúlar í Tórshavn!

Eitt av mongu málunum, ið eg fari at arbeiða fyri til komandi býráðsval , er at fáa loyst hølistruppulleikan fyri børn við serligum tørvi í kommununi.

Sum flest øllum kunnugt, hevur Tórshavnar kommuna samtykt, at vit skulu hava ein nýggja skúlabygnað ”Skúlabygnaður og skúlabygging í Tórshavnar kommunu árini 2012-2021”. ” fyri allar teir 11 fólkaskúlanir í kommununi!

Tórshavnar kommuna hevur samtykt, fyrr í vár, at fara undir at fyrireika Vesturskúlan úti við Landavegin/Marknagil, sum verður ein samanrenning av Venjingarskúlanum og Kommunuskúlanum.

Álitið leggur upp til, at skúlabygnaðurin skal vera sera væl skipaður, at hann stuðlar og mennir undirvísingarliga virksemið og harvið eisini mennir tað fakliga støði.

Mær dámar væl hesa ætlan, men tað eru nøkur ting, sum eg haldi vit skulu skipað øðrvísi. Tað er, m.a. at vit fáa gjørt ein serskúla fyri børn við autismu í Hoyvík, sum skal bøta um verandi umstøður hjá børnum við serligum tørvi. So skulu vit gera serskúla í nýggja Vesturskúlanum til eitt børn við ADHD/DAMP. 

Tað er uppgávan hjá Tórshavnar kommunu, at syrgja fyri at børn við serligum tørvi hava nøktandi hølisviðurskiftir innan fólkaskúlaøki, og tað eru tey tíverri ikki í dag. Tí vit fáa fleiri og fleiri børn við serligum tørvi og okkum vantar pláss fyri, at hesu skulu børn fáa eitt enn meira mennandi tilboð.

Flestu foreldrini ynskja, at børn teirra koma í ein vanligan fólkaskúlaflokk og at børnini vera inkluderaði mest møguligt, saman við øðrum børnum - hetta er eisini tað rættasta reint fakligt.

Argumentini halda ikki, at siga at børn við serligum tørvi er bert eitt landsmál, tað eru tey sjálvsagt eisini, men ikki tá í talan er at gera bygningar innan fyri fólkaskúlan, tað er kommunan sum hevur fólkaskúlabygningar um hendi!

Vit hava í dag enn fleiri børn við serligum tørvi innan fólkaskúlagott, enn áður. Í løtuni eru tveir fólkaskúlar í Tórshavnar kommunu, ið hava serligar serstovueindir til børn við serligum tørvi. Skúlarnir eru Venjingarskúlin og Hoyvíkar skúli, sjálvsagt hava aðrir skúlar eisini góð tilboð til børn við serligum tørvi í kommununi.

Tað er ikki fakliga og menningarliga skilagott, at børn við ADHD/DAMP og autismu eru saman í skúlahopi. Men tað sær út til, at hetta framgongur ikki heilt í nýggja álitinum fyri nýggjan skúlabygnaðin hjá Tórshavnar kommunu. Tí í verandi støðu leggur áliti um nýggjan skúlabygnað fyri Tórshavnar kommunu upp til, at børn við serligum tørvi, skulu vera á einum og sama skúla. Hetta er púra burturvið og talar beint ímóti menningini av børnunum, við so ymiskum trupulleikum sum eitt nú autisma og ADHD/DAMP í veruleikanum eru og hetta mugu vit sum valda taka hædd fyri.

Skipanin er best, um vit lata børn við autismu fáa ein serskúla, og at hesin verður knýttur at einum vanligum fólkaskúla. Hetta verður tó eisini gjørt í dag - eitt nú í Hoyvíkar skúla, har flest skúlabørn við autismu eru í dag.

Eg eri hóast tað, samdur við einum av niðurstøðuni, sum álitið leggur upp til, at børn " við øðrum serligum trupulleikum" kunnu húsast í nýggja komandi Vesturskúlanum sum skal byggjast í komandi tíðum. Hinvegin er tað ikki fakliga rætt, at øll børn við serligum tørvi, skulu undir sama tak. Vit vita jú, at tað er munur á ADHD/DAMP og autismu og at trupulleikarnir eru so ymiskir, hjá hesum børnum.

Støðan hjá børnum við serligum tørvi er í dag (innan fólkaskúlan), at børn og starvsfólk hava alt ov trongar hølisumstøður! Ein av orsøkunum til tað er, at vit hava enn fleiri børn við serligum tørvi enn fyri nøkrum fáum árum síðani.

Fyri at fáa ein skipaðan og tryggan dag fyri børn við serligum tørvi, og serliga fyri børn við autismu, hava vit brúk fyri tryggum karmum og einum skipaðum gerandisdegi. Við verandi støðu og hækkandi tali av børnum við serligum tørvi, verða hesi stakkals børn "proppaði" inn ymiskar staðir, hetta er alt annað enn nøktandi, so nú er av alstórum týdningi at ein loysn verður funnin á hesum trupulleika.

Í núverandi støðu hevur Tórshavnar kommuna gjørt eina serstovu í frítíðarskúlanum við Hoyvíkar skúla, somuleiðis sum hølir eru innrættaði til børn við autismu í sama skúla. Men hetta er ikki gott nokk, tí vit klára als ikki at loysa trupulleikan, orskað av hølistrupulleikum og tí vaksandi stóra barnatali við børnum við serligum tørvi.

Vit hava akkurát gjørt eitt álit um nýggjan skúlabygnað fyri allar skúlar í Tórshavnar kommunu. Men har framgongur als ikki, at vit hava tørv á einum slíkum nýggjum serskúla fyri børn við autismu - eitt nú í Hoyvíkar skúla. Leggjast skal tó aftrat, at arbeiðsbólkarnir, sum nú viðgera áliti víðari, (tað eru pedagogar og lærarar), eru ikki komnir til nakað endaliga niðurstøðu enn! - So her er enn tíð at fáa tað uppá pláss, til gavn fyri hesum børn.

Mín niðurstøða er, at vit mugu gera ein nýggjan skúla til børn við serligum tørvi í Hoyvík fyri børn við autismu, sum skjótast. Sum nú er, er tað upplagt, at hesin skúlin verður knýttur at Hoyvíkar skúla. Men vit skulu ikki bólka øll børn við serligum tørvi saman í ein og sama skúla. Tað er ikki fakligani rætt og er púra burturvið. Tí noyðast vit, at gera tveir serskúlar, ið eru knyttir at tveimum fólkaskúlum, akkurát líka sum vit gera tað í dag, men hesi børn skulu ikki í sama skúla.

Størsti trupulleiki er sum nevnt, at umstøðurnar eru alt ov trongar, tí noyðast vit at byggja ein nýggjan serskúla í Hoyvík fyri børn við autismu, og ein serskúla knyttan at tí nýggja Vesturskúlanum fyri børn við øðrum trupulleikum, sum eitt nú ADHD/DAMP.

vh

Levi Mørk, býráðslimur.