Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit mugu varveita gomlu Havnina!

Eg fari í næstum, at mæla umsitingini og byggideildini Tórshavnar kommunu, um at broyta almennu byggisamtyktina fyri eldri og siðsøgulig sethús niðri í miðbýnum í Tórshavn. Vit hava mong dømir um at eldri hús vera tikin niður ella broytt frá umruna skapinum. Hetta er til deils í ordan, men vit mugu fáa skipaði viðurskiftir á økinum fyri at verja okkara sethúsamentan.

At broyta hetta krevst , at tað verður gjørt ein serstakari byggisamtykt. Út frá tí almennu byggisamtyktini. Hetta stig má takast, tí vit í byggideildini at fáa ofast umsóknir um, at eldri hús skulu rívast niður ella umskapast frá upprúna ætlani ella nýggj hús skulu byggjast ístaðin.

Sjálvsagt skulu vit byggja nýtt og hava handilsgøtu, handilbygninga, ein skapandi og livandi miðbý. Tað hoyrur jú til, men tað skal vera eitt mark fyri hvat vit loyva fólki at gera, serliga um talan er um søguligar bygningar og sethús.

Mær dámar best um vit fletta okkara sethúsamentan við tað nýggja.

Ein máti, er á hava sama leist sum gomlu sethúsini úti á Reyni sum dømi. Har tað áleggur fólkum, at varveita eldri húsini í upprúna skapið við atliti til siðsøgu, mentan, og byggilist.

Vit noyðast, at varveita ein part av okkara mentan, søgu og byggilist. Hetta kann gerast við einari heildarætlan fyri eitt nú miðbýin í Tórshavn. Hetta uppskot verður nú lagt fyri umsitingin og byararkitektinum at arbeiða víðari við. Síðan kemur málið til politiska kunnan og støðutakan.

Vh.

Levi Mørk

Formaður í byggi og býarskiparnarnevndini

Hjá Tórshavnar kommunu