Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit mugu tola, at okkurt ber okkum fram!

- kann vera rætt, at tað verða settar forðingar fyri positiva vøkstrinum á Tvøroyri?

Eg havi nevnt tað fyrr og kann bara endurtaka meg sjálvan, eftir at eg hoyrdi tíðindini í KVF í kvøld.

Tá eg hoyrdi tað, sum varð lisið upp, fekk hesa kensluna av øvundsjúku og illvilja frá teimum, sum nú føla, at teirra mentanarligi skattur hvørvur í menningini á Tvøroyri.

Eg kann so hava ta viðmerking, at tað verður ONGIN varðveiting av nøkrum mentanarligum skatti, um trivnaðurin og vinnan ikki fáa góð og livilig kor!

Hvat er so til ráða at taka – skal vinnan pakka saman ella skulu mentanarligu virðini standa og falla?

Lat okkum royna at fáa eina skinsama menning, sum fær okkum at trúgva uppá, at her á oyggjunum er gróðrarfesti fyri ein vinnuligari- og mentanarligari tilgongd, sum ger tað møguligt hjá fólki at støðast.

Vit tosa um fráflyting og viljan til vøkstur, so latið vera við at skapa mistreysti og at leggja forðingar í vegin fyri tí, sum tey á Tvøroyri royna at fáa sett ígongd.

Tað er so mangt, í hesum døgum, sum kann fáa okkum at fella í fátt og tí er tað av stórum týdningi, at vit stuðlu undir og ikki sløkkja neistan!

Fríðálvur Jensen