Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit mugu lyfta í felag

Opinleiki og at virðismeta hvønn annan og seg sjálvan, bæði sum menniskja og fyri teir ymisku fakligu førleikarnar, sum eru í spæl í tí almenna arbeiðisplássinum er tað grundleggjandi útgangsstøði, fyri, at hvør einstakur kann trívast og trúgva uppá, at hann/hon fremur eitt gott arbeiði í gerandisdegnum.

Tað er ikki eitt nýtt fænomen, at fólk mugu bukka undir fyri ov stórum arbeiðistrýsti og tískil mugu sjúkramelda seg, uttan at veruliga kunna specifikt grundgeva fyri teirra fráveru frá arbeiðisplássinum. Eg viðurkenni, at fólk kunna gerast so strongd, at tey gerast óarbeiðisfør, men eg eri ikki sannførdur um, at øll fólk kunna leggjast við strongd og sjúkramelda seg frá arbeiðinum. 

Ein partur av starvsfólkunum á einum arbeiðisplássi umboða tey sokallaðu ” langtíðarfrísku ” og felags eyðkenni fyri hesu fólk eru, at tey møta altíð upp, smílast, hava eitt stórt yvirskot, hava oftani nógvar uppgávur í verki í senn og eru altíð til reiðar, at átaka sær fleir uppgávur. Starvsfólkini, sum umboða hendan bólkin á einum arbeiðisplássi verða oftani yvirsæð, tí tað gerst bara til eitt nátturligt mynstur á arbeiðisplássinum, at hesi starsvfólkini møta jú bara altíð upp, men tey fáa ikki somu uppmerksomheit, sum tey fólkini, sum gerast sjúkrameldaði av strongd ella grunda øðrum.

At 4 útav 100 starvsfólkum í nýggjari kanning í Føroyðum á tí almenna arbeiðismarknadinum gerast óarbeiðisfør yvir stutta ella longri tíðarskeið, vegna strongd, er sjálvsagt bæði harmligt og hevur stórar menniskjaligar fylgir fyri tann einstaka og hinvegin hjá mótpartinum, sum er arbeiðisplássi stórar fíggjarligar umkostnaðar. Hendan útleggingin ljóðar møguliga kynisk, men hetta er veruleikin.

Eg havi ikki sæð tølini ella eitt yvirlit yvir, hvørji hesu fólkini eru, sum hava svara spurningum, sum hava lagt grunnar undir kanningina. Mítt ørindi er ikki at niðurgera sjálvan mátan ella val av metodu, sum íverksetarnir av kanningini hava valt, men eg loyvi mær at seta nakrar spurningar hesum viðvíkjandi.

Hvørjir felagsnevnarar hesu fýra fólkini hava er sera týdningarmikið at fáa staðfest.

- Hvørji arbeiðisøki eru tað talan um ?

- Hava tey javnan sjúkradagar ?

- Hava tey útfrá egnari sannføring funni teira rætta arbeiði ?

- Eru tey reint fagligt ílatin til at røkja teirra arbeiðisuppgávur ?

- Átaka tey sær fleri arbeiðisuppgávur enn neyðugt er ?

- Duga tey at siga frá, uttan at berjast vid eina ringa samvitsku ?

- Megna tey á ein nøktandi mun, at skilja ímillum, tað persónliga og fagliga perspektivi í arbeiðinum ?

- Ikki minst, taka hesi fólkini arbeidi heim við til hús ?

Eg havi sjálvur veri við til at skriva ein strongdar politik á mínum núverðandi arbeiðisplássi og felags fyri okkum øll 7 fólkini í hesum bólkinum, var at vit observeraðu gjøgnumgangandi yvirnevndu spurningar ella undran verða í sera stóran mun synonymt við eyðkenni hjá teimum starvsfeløgunum, sum blivu og enn gerast langtíðarsjúkrameldaðir á arbeiðisplássinum, vegna strongd.

Eitt arbeiðispláss við jøvnum umleggingum og sparingum gevur eisini mest sum altíð eina greiða mynd yvir, hvørji fólk hava tað fagliga yvirskoti til at umstilla seg, tí útfrá mínum royndum hava somu fólkini, uttantil sum gerast strongd ógvuliga lætt við at góðtaka tildømis eina umleggingprocess, niðurskerjingar ella nýggj dokumentationskrøv. Hinvegin hava tey oftani vegna manglandi yvirskot og stórar trupuleikar við at seta relevantar ella kritiskar spurningar. Fólk skulu hoyrast og síggjast av bæði leiðaranum og arbeiðisgevara og føla seg hoyrd og sædd.

Eg loyvi mær, uttan at hava eitt innilit í tí, at gita meg fram til, at størsti parturin av teimum, sum eru spurd til útgreiningina av yvirnevndu kanning hava eitt eitt starv í almanna og heilsuverkinum.

At arbeiða við at stuðla og hjálpa fólki í gerandisdegnum hevur onga deadline og tískil kann tað gerast ómetaliga torført hjá starvsfólkum, at skulla røkja eina uppgávu, har útlitini, aðrenn arbeiði byrjar er, at tað eittans gerst hálvavegna liðugt. Tíðin røkkir ikki og tað stóra hjarta hjá starsvfólkinum kann gerst til eina byrðu, tí tað gerst so torført at atskilja tað fagliga og menniskjaliga perskeptivi frá hvørjum øðrum í starvinum.

Tríggjir spurningar mugu avgreiðast á ein hátt, so allir partar skilja hvønn annan og hava eina helt greiða ábending um, at krøv og arbeiðisbyrða verða javnmett og javnsett við ásettu normering og í samsvar við fagligar førleikar hjá starvsfólkunum á einum almennum arbeiðisplássi.

- Hvat vanta verður av starvsfólkum til leiðslu og arbeiðisgevara.

- Hvat vanta verður av arbeiðisgevara til starvsfólkini og frá leiðara til tað einstaka starsvfólki.

- Hvat tað einstaka starsvfólki vantar av sær sjálvum.

Hvørja ferð vit hava havt eitt møti við fólk frá direktióni hjá socialforvaltningini, hava vit reist, tveir grundleggjandi spurningar.

Hvørji krøv direktiónin vantar, at vit sum starsvfólk á arbeiðisplássinum, kunnu røkja á ein hátt, so brúkarin far ein nøktandi ágóðan av okkara arbeiði, saman við okkum. Spurningurin fer á glíðubreytuna beinanvegin, um, møti eittans gerst ein spurningur, um hvørjar uppgávur vit kunnu røkja. Trivnaður hjá tí einstaka starvsfólkinum økist eisini, um allar arbeiðisuppgávurnar geva meining. Mistrivnaður uppstendur paradoskalt, um sjálvt tað eru fáar uppgávur, men har onkrar av uppgávunum, ikki geva nakra meining, eitt nú summar dokumentations uppgávur.

Hinvegin hava vit altíð specifikt greitt frá, hvat vit hava vanta av okkara arbeiðisgevara. Svarið, sum vit ferð eftur ferð hava víst á, er at ein meining, skal verða við einari tungari arbeiðisbyrðu í gerandisdegnum og at vit sum starsvfólk ikki bara skulu dokumentera fyri ordans skuld. Ein annar spurningur, sum vit eisini vísa á, er hvussu ein álitsbasera leiðsla, er samvarandi vid eitt størri efturlit við okkara arbeiði.

Á okkara arbeiðiplássi hava vit gjørt nógv burturúr at arbeiða vid áðurnevndu spurningum og aftursvarum og kombinera tað við tann triða spurningin, um tey persónligu og fagligu krøvini atskilt hjá starsvfólkunum á ein nøktandi hátt samsvara við, arbeidisbyrðuna og arbeidistíðina.

Sum tað bleiv víst á og sagt, skal ein strongdarpolitikkur sjálvandi implementerast á teimum lokalu arbeiðisplássinum.

Upplagt er sjálsvsagt, at leiðarin saman vid nøkrum langtíðarfrískum starvsfólkum útgreinar politikkin og at tey langtíðarfrísku átaka sær eina funktión, sum ráðgevi við í sínum starvi og koma við jøvnum ráðum og uppdateringum innan øki til øll hini starsvfólkini, um, hvussu, tey sleppa undan at bukka undir arbeidisbyrðuna, sum ikki altíd og langt frá altíð er í samsvar vid ásettu normering.

Tad er langt frá nokk, men eitt fet á røttu leið.

Karl Jóhan Staksberg.
E-mail addrrunesean66@hotmail.com