Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

37 ára gamla Irdi Lið Gaardlykke úr Miðvági bjóðar seg fram sum hjálparfólkaumboð í nevndini hjá Føroya Pedagogfelag. Hon kappast við Mikkel Lohse um sessin.

Vit mugu eisini verja okkara áhugamál

Á aðalfundinum 5. apríl skal nýtt hjálparfólkaumboð veljast í nevndina í Føroya Pedagogfelag í eitt ár fyri Jannie S. í Skálum. Hon fer úr nevndini í ótíð, tí hon er farin at lesa til námsfrøðing. Tveir kandidatar eru til sessin, Irdi Lið Gaardlykke og Mikkel Lohse.

Skrivað hevur: Össur Winthereig

“Vit hjálparfólk eru størsti parturin av felagnum og mugu tí royna at arbeiða fyri okkara sjónarmiðjum. Í roynd og veru valdi eg at stilla upp, tá eg hoyrdi, at eingin bjóðaði seg fram”, sigur Irdi Lið Gaardlykke.

Irdi Lið Gaardlykke arbeiðir, sum hjálparfólk á Miðgarði, sum er nýggi dagstovnurin í Miðvági. Hon hevur arbeitt sum hjálparfólk síðani 2000.

Eitt av málunum hjá Irdi er at fáa okkurt slag av útbúgving fyri hjálparfólk. Hon vísir til, at heilsuhjálparar hava útbúgving og heldur at onkur líknandi styttri útbúgving kundi verið fyri hjálparfólkini í pedagogfelagnum.

“Tað eru fleiri hjálparfólk, sum hava stóran áhuga í fakinum, men sum ikki hava møguleika at fara undir ein fýra árs útbúgving. Eg haldi, at tað hevði verið eitt stórt framstig við eini lítlari útbúgving, sum var ætlað okkum hjálparfólkum”, sigur Irdi Lið Gaardlykke.

Ein annar spurningur, sum Irdi heldur, átti at verið tikin upp, eru lønarviðurskiftini hjá hjálparfólkunum. Hon vísir á, at fleiri hjálparfólk hava stóra ábyrgd – eisini pedagogiska, men hetta sæst ikki aftur í lønini.

“Sjálv eri eg við í foreldraviðtalum og teimum fyrireikingum. Eg haldi, at tað skuldi verið ein møguleiki, at hjálparfólk, sum hava ábyrgd kundu fingið hægri løn ella okkurt slag at viðbót fyri tað”, sigur Irdi.

Irdi heldur ikki, at tað er so stór andsøgn millum námsfrøðingarnar og hjálparfólkið í felagnum, men kortini sigur tað seg sjálvt, at pedagogarnir arbeiða mest fyri sínum áhugamálum og hjálparfólk fyri sínum.

“Eg haldi ikki, at vit altíð fáa somu sømdir sum pedgogarnar. Til dømis átti greinin um fyrireikingartíð sjálvandi at staðið í okkara sáttmála og ikki bara í sáttmálanum hjá pedagogunum”, heldur hon.

Irdi Lið Gaardlykke er 37 ár og gift við Jørgen Gaardlykke. Tey hava trý børn. Hon brúkar meginpartin av frítíðini til at stuðla børnunum í teirra ítróttarvirksemi.

Kelda: www.pedagogfelag.fo