Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit mugu ansa eftir arbeiðsfjøldini

Hagtøl vísa, at føroyska arbeiðsfjøldin er lutfalsliga stór og er tað ein stórur fyrimunur fyri føroyska arbeiðsmarknaðin. Vit mugu tí hava eitt sera vakið eyga við okkara arbeiðsmegi, soleiðis at vit varðveita eina stóra arbeiðsfjøld.

Í hesum sambandi eftirlýsir Føroya Arbeiðsgevarafelag ein nógv størri leiklut frá politisku skipanini. Hóast arbeiðsmarknaðarpartarnir sjálvir við sáttmálasamráðingum avtala lønarviðurskifti o.a., so er sjálv arbeiðsfjøldin ábyrgdarøki hjá politiska myndugleikanum. Karmarnir fyri tiltøk í mun til arbeiðsfjøldina er eisini ein politisk ábyrgd. Her sóknast Føroya Arbeiðsgevarafelag eftir einum meira virknum samstarvsfelaga.

Arbeiðsloysið í Føroyum var metlágt í hákonjunkturinum undan búskaparkreppuni. Sæð í mun til tað, so er arbeiðsloysið vaksið nógv í Føroyum seinastu árini, hóast føroysku tølini ikki eru órógvandi samanborið við onnur lond. Tað er serstakliga týdningarmikið, at atlit verða tikin til ávaringar frá OECD um, at støðan við vaksandi arbeiðsloysi kann elva til, at fleiri varandi missa tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. Tað má ikki henda, tí tað merkir, at arbeiðsfjøldin minkar.

Sleppast má – alt tað ber til – undan langtíðararbeiðsloysi. Í tann mun langtíðararbeiðsloysi er ella kann gerast veruleiki, mugu munagóðar virknar fyriskipanir vera tøkar fyri at fyribyrgja sváru avleiðingarnar fyri løntakaran av langtíðararbeiðsloysi.

Umráðandi er, at fylgt verður væl við, serliga tá ávaringar ljóða. Hagtøl úr útlondum vísa, at fyribrigdið “sjúkufrávera” kann hava álvarsligar avleiðingar við sær. Langtíðar sjúkufrávera kann hava við sær, at viðkomandi persónur ongantíð aftur kemur út á arbeiðsmarknaðin. Føroysk hagtøl avdúka eisini, at ábendingar eru um, at sjúkutíðarskeiðini eru vorðin longri, og tað er eisini tá, at fylgjurnar eru størstar.

Tað er eisini til eina og hvørja tíð avgerandi, at almenni myndugleikin fylgir væl við, hvussu gongst teimum ungu. Politiski myndugleikin hevur ábyrgdina av, at hesi verða eggjað at fara í skúla. Arbeiðsloysi millum ung má handfarast.

Eisini arbeiðsloysi hjá nýútlærdum við førleikagevandi útbúgvingum má handfarast við nærlagni og stórum álvara. At hesi fáa viðkomandi starvsroyndir í styttri tíðarskeið sum aktivering vildi verið eitt natúrligt átak fyri Arbeiðsloysisskipanina. Tað krevur tó, at Arbeiðsloysisskipanin verður broytt, soleiðis at tryggingarskipanin eisini rúmar nýútbúnum.

Tað er umráðandi fyri føroyskt vinnulív, at føroyska arbeiðsfjøldin er fjølment og dygdargóð. Og tað hevur sanniliga eisini týdning fyri føroyska samfelagið og almennu Føroyar, sum annars hava uppihaldsskyldu mótvegis teimum, ið ikki klára seg.

Tiltøk:

* Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað er umráðandi, at politiski myndugleikin setir tiltøk í verk við tí endamáli at framtíðartryggja føroysku arbeiðsfjøldina

* Málrættaðar virknar fyriskipanir til arbeiðsleys skulu í nógv størri mun setast í gildi

* Beinast má fyri ungdómsarbeiðsloysi í so stóran mun, tað ber til Sjúkufrávera hjá starvsfólki skal skrásetast og krøv til skjóta uppfylging setast í verk.

* Sjúkuváttan í mun til ávísar uppgávur og ikki í mun til fulla starvið.

* Nýútlærd við førleikagevandi útbúgvingum skulu gerast partur av ALS-tryggingarskipanini.