Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit liva longri og betri, og longri aktiv

Tað var borgarstjórin, Heðin Mortensen, sum beyð vælkomin til Eldradagin 2014 á parkeringsøkinum við Ráðhúsið fríggjamorgunin. Evnið fyri eldradagin, sum ST hevur ásett, snýr seg hesaferð um at samfelagið skal vera fyri allar aldursbólkar.

- Tað eru nú 25 ár síðan, at Sameindu Tjóðir, ST, samtykti, at haldast skuldi ein altjóða eldradagur. Í Tórshavnar kommunu varð samtykt at taka henda táttin upp, og í ár verður altjóða eldradagurin her í Tórshavnar kommunu hildin á fimta sinni.

- Fyri at seta fokus á ymisk viðurskifti, sum hava við eldri at gera, setir ST eitt evni ella tema fyri dagin. Í ár er evnið “Eitt samfelag fyri øll – eingin skal vera uttanfyri”, og tað er við støði í hesum sera viðkomandi evnið, at eg beri fram hesa stuttu setanarøðu í dag.

- Á altjóða eldradegnum fyri trimum árum síðan stóðu vit her og tosaðu um, at vit liva alsamt longri, og at málið má verða, at vit ikki bert liva longri, men eisini hava tað betri.

- Hugaligt er í hesum sambandi at tríva í Gallupkanningina, sum eldraráðið fekk gjørt fyrr í vár, og sum vísir, at aldursbólkurin millum 60 og 75 í Tórshavnar kommunu er sera væl fyri bæði bústaðarliga, sosialt, likamsliga- og sálarliga. Hesi eru eisini mest nøgd og á mongum økjum ein fyrimynd fyri aðrar aldursbólkar.

- Hetta ber eisini boð um, at í øllum førum hesin yngri parturin av teimum eldru, tey um pensjóneringssaldur, kenna seg sum virknan part av samfelagnum.

- Einki er at ivast í, at tilvitskan hjá teim 60-75 ára gomlu um sjálvi at taka ábyrgd fyri lívi og heilsu er munandi sterkari enn fyri einum ættarliði síðan. Og Tórshavnar kommuna hevur eisini gjørt sítt til hesa menning við tilboðum og fasilitetum. Tey flestu røra seg fleiri ferðir um vikuna. Ganga, svimja og gera fimleik, ja, so nógv, at Gallupkanningin vísir, at hesi eldru lutfalsliga røra seg nógv meira enn alt Føroya fólk sum heild.

- Meirilutin av teimum spurdu ganga regluliga túrar á mongu gøtunum í kommununi. Tey eru røsk at vitja Býarbókasavnið, Svimjihøllina, Tórsbreyt og at ganga til fimleik í Heilræði.

---

- Við Eldradegnum eru Tórshavnar kommuna og Eldraráðið í Tórshavnar kommunu vorðnir partar av tí altjóða týdningarmikla arbeiði, sum setir fokus á umstøðurnar og lívsdygdina hjá teimum eldru.

- Vit kunnu øll ógvuliga skjótt verða samd um, at vit eiga at tryggja okkum, at vit hava eitt samfelag, har tað er gott og trygt at gerast gamal. Vit áttu øll at fegnast um, at tað eru fleiri frísk eldri, sum hava eitt virkið lív longri - og harvið eru við til at skapa eitt ríkari samfelag fyri øll ættarliðini.

- Okkara broytta lívsmynstur setir størri krøv til tað almenna og kommunurnar. Tað er ein avbjóðing fyri kommununa at skapa røttu karmarnar til eldru borgararnar.

- Tað er tí við gleði vit síggja, at okkara eldru veruliga taka ímóti avbjóðingunum og fylla karmarnar, tí vit hava virkin fólk, ið skapa trivna og eisini vegleiða og læra tey yngru - og gjøgnum eldraráðið seta okkum politikkarar uppá pláss.

- Tí er tað so avbera gott, at vit hava virkin eldrafeløg og eldraráð, ið kunnu vegleiða okkum politikkarar og siga okkum, hvar skápið skal standa. Serliga nú, vit yvirtaka eldrarøktina.

- Vónandi vísa hesi tølini um nøgdsemi, at vit eru á rættari leið og støðugt fáa undirbygt visjónina um okkara kommunu sum vakstrardepil – og eisini sum eitt trivnaðarsterkt øki fyri okkara eldru.

---

- Tann 1. januar 2015 verður eldrarøktin kommunalt ábyrgdarøki. Vit eru sannførd um, at kommunan er væl fyrireikað at taka ímóti hesi uppgávu. Politikkarar, umsiting, leiðarar og fakfólk hava gjørt eitt stórt arbeiði, og eldraráðið hevur eisini givið ráð.

- Sum liður í fyrireikingunum hevur býráðið orðað ein eldrapolitikk við yvirskriftini “Virkin og vakin – alt lívið”. Har verður m.a. staðfest, at borgarar, sum eru komnir upp í árini, eru eitt tilfeingi, sum við tilboðum og átøkum verður røkt við somu virðing sum aðrir aldursflokkar.

- Hetta er sera týdningarmikið og fult í samsvari við evnið, sum ST hevur givið ársins altjóða eldradegi. Býráðið hevur eisini sett sær fyri í býarætlanini at tryggja fjølbroyttar bústaðarmøguleikar, sum eru lagaðir eftir tørvinum, og at dentur verður lagdur á heilsustimbran og fyribyrging eins og, at allir borgarar kunnu kenna seg sum part av felagsskapinum. – Har var temaið hjá ST aftur.

- Mín stóra vón er, at Tórshavnar kommuna eisini í framtíðini skal vera eitt gott og trygt stað hjá øllum, yngri sum eldri – tí í Tórshavnar kommunu skulu øll vera partur av samfelagnum, her skal eingin vera uttanfyri.

- At enda fari eg at ynskja okkum øllum ein góðan altjóða eldradag í vón um, at eisini hesin dagurin fer at økja um trivnað og samanhald og at stór nytta verður í teimum átøkum og tilboðum, sum standa øllum í boði í dag. Eg fari eisini at takka Eldraráðnum fyri gott samstarv og takka fyri tað góða arbeiðið, sum eldraráðið hevur gjørt eisini í mun til skránna í dag, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.