Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit kunnu ikki skatta fólk av landinum

50% í skatti, við øllum avgjøldum, er sálarliga hámarkið fyri samfelagssinni. 40% er uppaftur betri.

Føroyingar hava søguliga hildið saman og rindað í felag til kassan, og hava fingið aftur eftir tørvi. Vit ynskja øll eitt gott heilsuverk, góðan skúla og góða almannaforsorg, tá illa stendur til. Ein einføld skipan til eitt ”einfalt” samfelag. Men tá vit nærkast 50 % í skatti og avgjøldum, er tað við til at taka arbeiðshugin frá fólki, og arbeiðshugurin er okkara trygd fyri vøkstri.

Kapping um bestu starvsfólkini

Tíbetur eiga vit í Føroyum so fræg fólk, at kapping er um tey. Skulu vit vinna hesa kapping, mugu vit taka okkara skattaskipan til viðgerar. Sum nú er, gerast færri og færri sum gjalda vanligan a-skatt og fleiri og fleiri, sum rinda millum lítlan og ongan skatt í Føroyum. Samstundis sum okkara sjómenn freistast at flyta av landinum, tí onnur lond bjóða betri skattaskipanir. Hettar er ein sera álvarsom støða fyri okkara siglandi fólk og fyri alt landið.

Siðbundna vælferðarskattingin skrædnar

At fylla meira í skattabjølgin, ber snøgt sagt ikki til. Vit noyðast at raðfesta neyvari og reka samfelag okkara meira rationelt. Vit nýta ov nógvan pening til at umsita okkum sjálvi. Málið er tí at lækka vanliga lønarskattin, helst niður móti teimum 40 prosentunum. Samstundis mugu vit gera okkum greitt, at skattagrundarlagið kann breiðkast og at brúkaragjøldini gerast fleiri í tali. Fastognarskattur kemur tó ikki uppá tal við mær á Tingi.

Serskipan til fiskimannin

Gjøgnum øldir hevur fiskimaðurin, saman við við sterku húsmóðurini, verið álitið í Føroyum. Tað eiga vit at vera takksom fyri. Inntøkurnar frá fiskivinnuni hava enn ómetaliga stóran týdning fyri føroyska samfelagið, og tær mugu vit varveita í Føroyum. Tí eiga vit at gera eina FAS-líknandi skipan fyri fiskivinnuna.

Føroyski fiskimaðurin er ikki einans í Føroyum og vit hava tørv á hvørjari krónu teir draga til land okkara. Tað er púra burturvið at ferðaseðlar fiskimansins skulu skattast og eiga hesi viðurskifti at rættast beinanvegin.

Rættvísa og einfaldari skatting

Skatting er vorðin ov samansett og fløkjaslig. Vit skulu skipa hesi viðurskifti av nýggjum. Brúkaragjøld mugu í størri mun spegla hvør rindar vanligan a-skatt, og hvør er partur av góðu lágskattaskipanunum innan FAS, NIS og DIS. Øll skulu rinda til tað samfelag tey njóta dagliga, men eitt mark skal vera, vit kunnu ikki skatta fólk av landinum. Fólk arbeiða fyrst og fremst fyri seg sjálvi, og í aðru atløgu fyri samfelagið.

Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldi