Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit kunnu ikki góðtaka, at familjur detta niður ímillum

Nú stundar til jóla, og fyri flest okkara eru jólini ein gleðishøgtíð. Vit vita tó, at tað eru familjur, sum ikki fáa endarnar at røkka.

Bóklingurin, Brostnar vónir, sum Í menniskjum góður tokki hevur givið út, varpar ljós á lutfalsligt fátækdømi í føroyska samfelagnum og avleiðingarnar av hesum. Tað sker í hjarta at lesa, hvussu børn og foreldur greiða frá, hvat sperda fíggjarliga støðan merkir fyri teirra gerandisdag og tilveru.

Vit hava nakrar av bestu vælferðarskipanunum í heiminum. Tó eru tað familjur, sum detta niður ímillum. Vit mugu fáa greiðu á, hvørji viðurskifti eru orsøkin til sváru støðuna, hesar familjur eru komnar í, og hvat vit kunnu gera fyri at bøta um hjá teimum.

Átøk eru framd og fleiri eru ávegis. Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur sett ein fakbólk, sum arbeiðir við at eyðmerkja og lýsa orsøkirnar til, at fólk liva í fátækdømi. Bólkurin skal eisini áseta eitt fátækramark, og arbeiðið verður liðugt til várs.

Í samband við umskipanina av almannaveitingum eru veitingar til forsyrgjarar og stakar uppihaldarar raðfestar hægri, og hetta verður til gagns fyri nógvar barnafamiljur, tá broytingarnar koma í gildi næsta ár. Ábendingar eru um, at høgir bústaðarkostnaðir eru ein orsøk til, at familjur eru sperdar fíggjarliga. Endamálið við nýggja bústaðarpolitikkinum hjá landsstýrinum er tí eisini at veita bíligar og virðiligar bústaðir til fólk við lágum inntøkugrundarlagi.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður