Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit í Føroya Arbeiðsgevarafelag minnast Arna við takksemi.

Í farnu viku andaðist Arne Poulsen 74 ára gamal.

Vit í Føroya Arbeiðsgevarafelag minnast Arna við takksemi.

Arne Poulsen varð í 1984 settur í starv sum skrivstovustjóri hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag. Arne var samstundis skrivari hjá Føroya Reiðarafelag og øðrum arbeiðsgevara- og vinnugreinafeløgum, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag røkti umsitingina fyri. 

Arne var útbúgvin kemiverkfrøðingur í 1970 og starvaðist eitt skifti sum menningarleiðari hjá Tulip í Vejle, til hann flutti aftur til Føroya og tók við starvi sum virkisleiðari á Bacalao. Á Bacalao starvaðist Arne til 1983, tá hann eitt stutt skifti avloysti á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Sum skrivstovustjóri hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag menti Arne skrivstovuna og tænasturnar hjá feløgunum og tilboðini til limirnar í feløgunum gjørdis størri og betri. Arne legði sostatt lunnar undir tað virksemið, sum vit kenna frá Vinnuhúsinum í dag. 

Í 1997 varð Arne Poulsen settur í starv sum aðalstjóri í Vinnumálaráðnum. Eitt starv, sum hann røkti í mong ár. Kunnleikin til arbeiðsmarknaðin og vinnuviðurskifti vóru holl og viðvirkandi til góða samstarvið millum politisku skipanina og vinnuna, árini Arne var í Vinnumálaráðnum. Tey árini Arne var aðalstjóri, vórðu stór stig tikin at skipa greiðar og góðar karmar kring føroyskt vinnulív, til gagns fyri alt samfelagið, og Arne átti sín stóra lut í hesum arbeiði. 

Arne var ein maður, sum setti spor. Vit minnast hann sum ein mann við stillførum lindi, gjølligum eygleiðingum og evnum at skera ígjøgnum. 

Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag vil nýta høvið til at vísa familjuni samkenslu og at takka Arna Poulsen fyri hansara íkast til felagsarbeiðið í arbeiðsgevarafelagnum. 

Takk fyri.