Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit hava skyldu at taka væl ímóti flóttafólki

NSK (Norðurlendskir pensjónistafelagsskapir) í Finlandi, Svøríki, Norra Danmark, Íslandi og Føroyum, ið hildu fund í Danmark í farnu viku gera vart við at

Vit hava skyldu at taka væl ímóti flóttafólki

Vit sum umboða tað ættarliðið, ið hevur upplivað kríggj, minnast at eitt sindrað Evropa oyðilegði felagsskapir og menniskju í mong ár. Vit minnast somuleiðis menniskjaliga kostnaðin sum var ógvusligur fyri tær milliónir sum vórðu forfylgd og fordrivin undir heimskríggjum. 

Í nýggjari tíð hava vit eisini uppliva streymar av flóttafólki, men er mongdin av teimum, ið flýggja undan kríggi og elendigheit serstakliga stór júst í hesum døgum og nemur tað hjørtuni á okkum øllum.

Soleiðis siga umboð fyri fleiri eldraorganisatiónir, sum júst nú hava havt fund í Danmark. Tilsamans umboðað hesar organisatiónir meira enn 1. mió. pensjónistar í norðurlendsku londunum.

Pensjónista- og eldraorganisatiónir heita tískil á stjórnir og íbúgvar í norðurlondum at taka væl ímóti mongu flóttafólkunum, ið flýggja undan kríggi og vanlukku.

Hetta hava vit skyldu at gera bæði av medmenniskjaligum ávum og tí vit búgva í vælferðarsamfeløgum, sum bæði hava ráð- og skyldu – til at hjálpa fólki í neyð, siga norðurlendsku pensjónista- og eldrafeløgini.

Vit heita á allar limir í pensjónista- og eldrafeløgum at vera aktiv á lokalplani, soleiðis at medmenniskju í neyð uppliva medmenniskjaligheit.

Landsfelag Pensjónista