Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit hava saman greitt krúllur fyrr

Hetta segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, m.a.í røðu sínari á 30 ára degnum hjá Føroya Pedagogfelag, hóast forkvinnan, hevur verið eftir honum í valstríðnum í samband við arbeiðs viðurskiftir og rættin at fyrireika arbeiði hjá pedagogum. Í røðuni váttar og vissar borgarstjórin um, at júst hesi viðurskiftir eru tikin við fyri 2013. Røðuna prenta vit niðanfyri:

Góða forkvinna, góðu pedagogar, góðu limir, gott kvøld øll somul.

Hjartaliga til lukku við 30 ára stovningardegnum.

Lat meg fyrst siga, eg havi glett meg sera nógv til hesa veitslu. Tit pedagogar eru festlig og lívlig, og tí kann hetta ikki blíva til annað enn ein super veitsla. Og í kvøld eri eg í veitsluhýri!

Men eg má loyva mær eisini taka nakað meira álvarsamt upp við tykkum í kvøld, nú felagið leggur so harðliga eftir kommununum – og ikki minst mær – um fyrireikingartíðina. Hetta er einasta høvið eg havi, men eg skal gera skjótt av.

Í einum av yrkingunum hjá Poul F, sum Hanus Johansen hevur sett lag til, sigur hann: “Tú lovaði væl, men hygg nú tín gerð”.

Hetta kom mær til hugs, tá ið eg fyrireikaði, ja, fyrireikaði, hesa røðuna at heiðra pedagogfelagnum og tykkum á tríati ára degnum.

Tí beint tá hevði Maud, forkvinna í Pedagogfelagnum, sent mær eina almenna heilsan á Vágaportalin, har hon við stórum stavum vísti á, at Heðin undir verkfallinum hevði lovað væl, men at gerðirnar livdu ikki upp til hetta.

Og her var tað serliga fyrireikingartíðina, sum Maud sipaði til.

Eg skal venda aftur til hetta um eina løtu. Eg fari fyrst sum umboð fyri Kommunusamskipan Føroya, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og sjálvsagt eisini sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu at ynskja Pedagogfelagnum hjartaliga tillukku við 30 ára degnum.

Pedagogfelagið er við sínum 2.000 limum millum størstu og týdningarmestu fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tykkara limir, leiðarar, námsfrøðingar og hjálparfólkini, eru tann størsti einstaki fakbólkurin í starvi hjá kommununum.

Hóast vit stundum eru mótpartar, so havi eg stóra virðing fyri tykkum bæði sum felag og fakbólk. Tit er støðuføst, næstan treisk, men tit eru sanniliga eisini litrík og kreativ.

Hetta seinasta havi eg upplivað á egnan krop, tá ið eg kom aftur til Føroya við flogfarið í februar mánað í ár, júst sum verkfallið var í hæddini, og ein heilur herur av námsfrøðingum og hjálparfólki tóku ímóti á flogvøllinum. Slíka stórfingna móttøku havi eg ongantíð fingið áður, og tað var ikki sørt, at tit tóku meg á skeiva beininum.

Og sjáldan hevur Havnar býur verið so fullur av lívi, sum hesar dagarnar, verkfallið vardi. Í so máta var hetta besta verkfallið nakrantíð. Tinghúsvøllurin var prýddur við túsundtals hjørtum, og býurin fullur av litum, tónleiki og røðum.

Hóast álvaran í málinum, so vóru tiltøk tykkara altíð gjørd á ein positivan hátt, og hetta eiga tit stóran heiður fyri.

Og at tit eru støðuføst, vístu tit í verki, tá ið tit – sum einasta fakfelag – stóðu við tykkara og tóku konsekvensin av tí órætti, sum varð framdur móti tykkum í samband við skattingina av pensjónum, og fóru í verkfall.

Góðu pedagogar – tit eru einasta fakfelag, sum veruliga vísti stríðsvilja og støðufesti.

Hetta skapar virðing, hetta skapar megi, hetta skapar sigrar!.

Føroyska samfelagið er í mongum lutum sera siðbundi. Ikki altíð fáa tit ta virðurkenning, sum tit áttu at fingið. Men tykkara áhaldni og stríðsvilji hevur havt við sær, at tilvitanin um tykkara fak er støðugt vaksandi og virðingin samsvarandi. Og tað er gott.

Vit síggja hetta eisini hjá kommunum, sum nú alsamt víðka pedagogisku tilboðini alt frá forskúla, frítíðarskúla og til ungdómsklubbar. Í dag eru skipaði viðurskifti, har pedagogar standa á odda fyri einum tryggum og mennandi tilboði fyri ein nógv størri part av børnunum og teim ungu, enn áður. Hetta er framburður, ikki minst tykkum fyri at takka.

Góðu pedagogar – vit á arbeiðsgevarasíðuni er stundum tykkara mótpartar, men mesta partin av tíðini eru vit samstarvspartar, og okkara mál og mið eru tey somu.

Báðir partar ynskja okkara tilvaksandi ættarliðum eina so góða og hepna byrjan sum møguligt, og í hesum liggur eisini góðar umstøður til tey starvsfólk, sum eru um tey.

Týdningurin av hesum gerst alsamt meira sjónligur, nú samfelagið stendur frammanfyri risa avbjóðingum við vaksandi fráflyting, manglandi tilflyting og lækkandi barnatali. Vit eru noydd at standa okkum í kappingini við grannalondini, bæði tá ið tað snýr seg um at geva barnafamiljum góðar tænastur, men sanniliga eisini, tá ið tað snýr seg um at geva fakbólkum sum tykkum, góðar umstøður at virka undir.

Vit hava sum samfelag snøgt sagt ikki ráð til at missa fleiri fólk av landinum.

Og nú er tað, at eg fari at venda aftur til heilsanina, eg fekk frá Maud í gjárkvøldið. Eg veit, at kommunuval er í hondum, og at alt verður mett í mun til tað, men eg skal her geva tykkum eina heilsan, sum eg standi við av innastu sál.

Góða Maud. Eg havi stóra virðing fyri tær og øllum tí, tú hevur avrikað fyri felagið, fakið og limirnar. Lat ongan iva vera um tað.

Góða Maud. Eg lovaði at greiða krúlluna um fyrireikingartíð. Vit samdust um ein sáttmála, har tíð til fyrireiking og eftirmeting varð ásett.

Góða Maud og góðu pedagogar. Heðin Mortensen fremur tað, hann lovar. So lat meg siga tað púra greitt: allar kommunur, eisini Tórshavnar kommuna, standa við sáttmálan um fyrireikingartíð.

Fyri Tórshavnar kommunu kann eg siga, at eitt grýtuklárt uppskot liggur á borðinum, sum ein bólkur av okkara dugnaligu leiðarum hevur gjørt.

Eg havi stórt álit á okkara leiðarum. Leiðararnir kenna tørvin á teirra stovni og loysnirnar. Leiðararnir duga at skipa virksemið á stovnunum best, eisini fyrireikingartíðina.

So góða Maud – eg bjóði tær oman á býráðsskrivstovuna mánamorgunin at umrøða hetta uppskotið til skipan av fyrireikingartíð.

Helst hevur tú longu sæð tað, men lat okkum allíkavæl taka eitt felags prát – tú og eg. Vit hava saman greitt krúllur fyrr – lat okkum greiða hesa eisini. Og minst til, fíggjarætlanin er ikki samtykt enn, so enn er ríkiligt av tíð at fáa eisini tann partin endaliga uppá pláss.

Góðu tit øll – hetta er veitslukvøld. Til lukku við degnum og framhaldandi góða eydnu í arbeiðinum at vinna tykkum sum fakbólki neyðug rættindi og sømdir, og børnum okkara bestu umstøður at vaksa upp í.

Hetta fer at koma samfelagnum og okkum øllum til góðar.

Eitt trífalt hurra fyri Pedagogfelagnum

Takk fyri

Heðin Mortensen