Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit hava øll ábyrgd

Mánakvøldið tann 18. juni, helt kendi norski rithøvundurin, viðgerin og ráðgevin Margrete Wiede Aaslund fyrilestur í ÍSF húsinium. Fitt av fólki møttu til hetta tiltak, sum bar heitið “Sig frá! – Ítróttur og ágangur hoyra ongastaðni heima”.

Hóast bert tveir tímar vóru settir av til hendan fyrilestur, so fingu áhoyrarnir eitt gott innlit í ein óhugnaligan heim, har børn eru offur fyri kynsligum misbrúki. Margrete nýtti nógva tíð í sínum fyrilestri at greiða frá, hvussu vit kunnu síggja tekin frá børnum, sum eru útsett fyri kynsligum ágangi.

Margreta segði m.a., at hetta evnið verður mangan dult burtur. Kanska tí at tað er so óhugnaligt og álvarsamt. Men um vit fáa eina magakenslu, sum sigur frá, at okkurt møguliga er áfátt, so kann hetta verða eitt tekin um, at barnið ikki hevur tað so gott.

Vit hava tá eina skyldu at taka hetta upp. Vit skulu spyrja barnið um sína støðu. Um neyðugt, so skulu vit fráboða barnaverndartænastuna. Tað krevst, at vit sum ítróttarleiðarar og venjarar “duga og tora” at síggja tekin hjá barninum. Hon nýtti somuleiðis høvi, at greiða frá hennara royndum sum viðgeri á hesum øki. Eitt sera álvarsamt og áhugavert evni, sum áhoyararnir vóru vitni til.

Margrete hevur skrivað hópin av bókum – og tvær teirra eru nú umsettar til føroyskt. Tað eru Rigmor N. Arge Og Napoleon Joensen, sum hegnisliga hava umsett og lægt til rættis. “ Eg eri eg! Mín eg” og “…sig frá…” eru heitini á teimum báðum bókunum.