Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit hava nógv at takka Guði fyri

Hugsaði við mær sjálvum, at henda so lívsjáttandi yvurskrift, so hevði Ólavur helst eina eina sólskinssøgu at vísa á. Men ,men, ístaðin fyri var tað ein niðurgerandi viðger av teimum kvinnum ið høvdu dirvi til, at siga sína søgu í dokumentarinum í Kvf herfyri.. 

Hesin fitti drongurin ið metti, at mamma sín helst átti meira pening enn hon greiddi frá, fær greinskrivarin til, at helst hevði hesin drongurin rætt í hesum, hvør skal siga, at mamman segði ósatt. Ja, kanska hevði mamman eina konto í Sveits, tí sambært greinskrivarnum so hevði dótturin eisini eina flotta teldu. Ikki eitt orð um, at telduna hevði hon fingið frá ommu síni í faðirs ætt.

At tann eina kvinnan hevði orku og ágrytni til, at keypa sær hús í heimbygdini, tað er einastandandi eins og tað vísur eina kollosala mentala styrki, sum ikki ein og hvør stakur uppihaldari megnar í hasi torføru støðuni. At hinar kvinnurnar hava nógv at takka Guði fyri, í tí torføru støðu tær vóru í, tað er langt úti. Eitt myrkt heystatkvøld beint áðrenn jól í 2011 skundaði sitandi samgonga eitt uppskot í gjøgnum við at forskatta framtíðar pensionistar til ein skattalætta. 

Tað vóru ikki piparnøtir, tí játtað varð 1 milliard, ella 1000 milliónir, ið skuldi rænast frá framtíðar pensionistum hetta valskeiðið. Síðan tá hevur samgongan hækka skattin á pensióninum, soleiðis at komandi pensionistar missa 1000 krónur um mánaðan, ella 12.000 krónur um árið.

Hvat hava so pensionistarnir fingið í sín lut hetta samgonguskeiðið. Jú, ætlanin var, at javna pensiónirnar frá 01.01.2015 við 350 krónum um mánaðan, ella 11-12 krónur um dagin. Tá til stykkis kom, so megnaði samgongan at forhála útgjaldið út á summarið, soleiðis at javningin gjørdist ein helvt av tí sum ætla varð.

Stakir uppihaldarar hava sum fyrr sagt verið við sviðið soð . Ístaðin fyri, so eru hesir gjørdir til lygnarar av Bjarna Djuurholm og Co.

Løgmaður sigur seg verða so skelkaðan av formanni Javnaðarflokksins í samband við hansara uppskot um, at lækka barnagarðsgjaldið við eini helvt. Hann kallar uppskotið fyri " dýrast keyptu atkvøður í føroya søgu," eins og hann finnur ikki orð fyri hvussu óseriøst tað er. Ja, hann leggur beinleiðis politiskan sjógv i millum seg og Javnaðarflokkin aftaná komandi løgtingsval.

Føroyski veljarin veit hinvegin, at dýrasta uppskot ið samtykt er á Føroya Løgtingi er pensiónsránið, har 1 milliard krónur varð tikið úr framtíðini, til ein skattalættað, har tey á niðastu rókum, tey lágløntu, stakir uppihaldarar, pensionistar ikki fingu inn í eyga.

Allar umberingarnar frá samgonguni um, at hesi gjalda so lítlan landsskatt og tískil teknikst ikki kundu hjálpast fíggjarliga, er tann reina undanførsla. Tað skortaði ikki uppá teknik, tá samgongan innan fáar vikur undan jólum 2011 lutaði 1 milliard út til skattgjaldarar, har serliga tey hægst løntu fingu í posa og sekk.

Hugsið tykkum um tey á lægru rókunum fingu lut í hesi milliardini ið samgongan lutaði út, men soleiðis skuldi ikki verða. Orsøkin til at tað var eitt tað fyrsta uppskotið íð henda samgonga legði fram, var helst tí at veljarin skuldi gloyma tað til komandi Løgtingsval. Vónandi leggur veljarin sær hetta í geyma, tá krossurin skal setast í heyst.

Frank Davidsen