Vit fingu pengar fyri Cepa trøðna
Hendan perlan um ”Cepa”var í Oyggjatíðindum 7. juli 2006.
Jógvan Arge, varaborgmeistari, svaraði soleiðis í blaðnum mikudagin um umstrýddu Cepa-trøðna:
Ein meiriluti í býráðnum samtykti at sleppa forkeypsrættinum, og bankin seldi trøðna í fríari sølu ca. 2001.
Táverandi minniluta dámdi ikki, at kommunan slepti sínum rætti, tí á Argjum eru fá ella ongi øki til almenn endamál. Herfyri varð trøðin lýst alment til sølu aftur.
Umsitingin hevur samráðst, sum hon altíð ger í keyps- og sølumálum, og hevur lagt málið fyri. Eigaraviðurskiftini hjá seljaranum eru mær ikki kunnug, segði Jógvan Arge í sínum svari uppá fyrispurning frá blaðnum mikudagin.
Tað, sum fólk hava fingið ilt í reyvuna av, er, at Magni Arge, var ein av eigarunum í privata felagnum, sum seldi Cepatrøðna.
Og bróðurbondini eru alt ov tøtt til, at varaborgmeistarin átti at luttikið í viðgerðini, men sjálvur sigur hann seg ikki vera kunnugan um eigaraviðurskiftini, sum kann virkað undrunarvert.
Magni Arge, váttaði mikudagin, at hann var ein av »lítlu« eigarunum av Cepa-trøðni. Hann átti 15%.
Hann sigur, at hann í dag er bara glaður um at verða sloppin burturúr hesum, tí hann hevur als ikki havt stundir at tikið sær av felagnum, sum hann átti saman við systkinabarninum, Ólavi Gregersen, hin frá SeWavegøluni hjá SEV og øðrum.** Um bróðurin sigur Magni Arge:
- Jógvan er ikki tann, sum boyggir reglarnar fyri ein boyggja; soleiðis er Jógvan ikki, sigur Magni Arge, sum ikki avvísir, at felagið, hann átti í, P/F Fartal, fekk meira fyri Cepa-trøðna frá kommununi, enn teir upprunaliga lótu fyri jørðina.
Men hetta forklárar hann við øru prísunum, sum annars eru galdandi, og heldur, at høvdu teir bíða, so kundu teir fingið munandi meira, sigur Magni Arge.
Men hann vísir á, fadesan liggur hjá Tórshavnar kommunu, sum í síni tíð slepti forkeypsrættinum.** Hetta er sama áskoðan, sum bróðurin og kommunupolitikarin, Jógvan Arge, hevur.** Kommunan atkvøddi soleiðis um Cepa -trøðna:
Fyri atkvøddu: Heðin Mortensen, Jógvan Arge, Leivur Hansen, Hildur Eyðunsdóttir, Marin Katrina Frýdal, Katrin Dahl Jakobsen, Elin Lindenskov, Inga Dahl, Bjarti Mohr og Sjúrður Olsen.
Greiddu ikki atkvøðu:
Beate L. Samuelsen, Høgni Mikkelsen og Jan Christiansen. Beate L. Samuelsen, Høgni Mikkelsen og Jan Christiansen greiddu ikki atkvøðu grundað á, at tey ikki høvdu havt møguleika at seta seg inn í málið.
Vit høvdu ætlað at fingið viðmerkingar frá teimum, sum ikki atkvøddu fyri uppskotinum, Beate L. Samuelsen, Høgna Mikkelsen ella Jan Christiansen, menhetta eydnaðist okkum tíverri ikki.
Tey kundu t.d. svara, hví tey sleptu forkeypsrættinum hjá kommununi í síni tíð.