Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit fara í gongd, tí vinnan hevur tørv á tí

Tað er ein orsøk til, at Tórshavnar havn hevur ta stødd, hon hevur. Tórshavnar havn veitir tær tænastur, sum tørvur er á. Tí at vinnan ynskir tað. Og tørvurin økist.

Júst tað, at Tórshavnar havn hevur ta stødd, hon hevur, hevur beinleiðis ávirkað, at havnin hevur kunnað avskipað bingjur og trailarar sera skjótt og smidliga, so tær fyritøkur, sum selja fiskin - tær flestu liggja uttanfyri Havnina - kunnu fáa bestu tænastu og besta prísin.

Útbyggingin, ið nú má gerast fyri at nøkta vaksandi tørvin, er ein neyðug menning, fyri at vit kunnu bjóða hesa tænastu til tær fyritøkur, sum flyta inn, og til tær, sum selja vørur.

Innflutta vøran verður nógv dýrari, um øll vøran skal uppskipast t.d. á Skálafjørðinum, tí helst meira enn 70-80% av vøruni skal tá uppskipast og avgreiðast har og síðan koyrast til Havnar. Tað er tann øvugta verð, førir stóran kostnað við sær og er ein umhvørvislig skandala.

Fyriliggjandi prosjekt hevur øll loyvi og vit eiga sum skjótast at fara undir útbyggingina. Bíða vit ella broyta vit procekti, so skulu nýggjar kanningar gerast, so kostar tað nógvar miljónir og tekur kanska fleiri ár, áðrenn vit sleppa í gongd. Og tað verður ein skandala fyri Tórshavnar havn sum arbeiðspláss fyri hundraðtals fólk, tí menningin hjá vinnuni steðgar.

Kjakið um Skansan hevur lítið høpi verið í. Tað stutta av tí langa verður, at Skansin verður eitt trivnaðarstað burturav og nógv áhugaverdari aftaná útbyggingina. Innara havnin og bátahylurin á Argjum verða nógv betri enn nú, tá vart verður fyri aldu/streymi og veðri annars.

Eftirspurningurin er stórur og tørvurin er nú - tað vil siga, at loysnirnar ikki mugu útsetast, tí so leitar vinnan aðrastaðni. Við ætlaðu loysnini kunnu vit avgreiða øll ferðamanna- og bingjuskip, kundarnir kunnu fáa goymslupláss til alla vøru, eisini frystigóðs, og Norrøna kann avgreiðast trygt og væl, samstundis sum ferðslan verður løgd útum miðbýin.

Persónliga ivist eg ikki í, at flestu borgarar í kommununi taka undir við hesi alneyðugu íløgu fyri at framtíðartryggja okkara havnarlag og okkara arbeiðspláss. Tí mugu vit ikki lata okkum kúga av hesum ágangi. Hetta eru bara ræðumyndir, tí talan er um eitt fantastiskt prosjekt.

Ja eg veit at hettar verður eitt dýrt prosjekt,men alternativi at lata vera er nógv dýrari !!

Eg ætli mær ikki at seta naka yvir stýr fíggjarliga, men eg vil fremja langsiktaðan framburð fyri Tórshavnar Kommunu.

Sjúrður Olsen form. í vinnunevnd Tórshavnar býráðs