Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit fara altíð at hava brúk fyri Heðini

Skuldi tú vakna ein morgun og ikki veitst, hvat tú skalt gera, so ert tú altíð vælkomin oman á Gl. Apotek, tí vit í Javnaðarflokkinum koma altíð hava brúk fyri tínum royndum, tínari vitan og tínum ráðum, segði Axel V. Johannesen, m.a. í røðu sínari á samkomu fyri Heðini Mortensen, sum hevur verið býráðslimur í 40 ár.

Góði Heðin og góðu øll somul.

Fyri nøkrum árum síðani segði Nelson Mandela:

“Um tað er nakað, sum eg eri bangin fyri, so er tað at vakna ein morgun og ikki vita, hvat eg skal gera”.

Hesi orð kundi Heðin fyri so vítt átt. Tí Heðin ger altíð okkurt. Og tað er innan so at siga alt. Heðin hevur verið maskin- og bilmekanikari. Tryggingarmaður. Virkin innan at betra umstøðurnar hjá sjónleiki og ítrótti. ÍSF forseti í meira enn 25 ár.

Hann er til alskyns konsertir, og mentunartiltøk í Havnini. Hann hevur verið landspolitikari, og hann gjørdist kommunalpolitikari nakrar fáar vikur eftir, at eg varð føddur, og hevur nú sitið í Tórshavnar Býráð í 40 ár.

Sjálvur eri eg ungur og óroyndur í politiskum høpi. Tí kundi eg ikki ynskt mær ein betri næstformann í flokkinum enn Heðin. Hann hevur drúgvari politiskar royndir enn tey flestu. Umframt royndir, so er Heðin altíð positivur, konstruktivur og altíð til reiðar at veita eina hjálpandi hond ella góð ráð, um tørvur er á tí.

Tey, sum hyggja dagliga eftir tingvarpinum úr Løgtinginum, halda uttan iva, at skilið mangan er vánaligt, og kjakið á einum lágum støði. Tá kann man við góðari grund spyrja, hvat er ein góður politikari, og hava vit nakran góðan politikara í Føroyum. Tað er landspolitikkur. Heðin er fyrst og fremst kommunalpolitikari.

Úrslitini, Heðin hevur at vísa á sum borgarstjóri, er nokk besti háttur at lýsa politikaran Heðin. Lat meg nevna úr rúgvuni: Støðugt hækkandi systkinafrádráttur og hækkandi barnafrádráttur. Nýggjar skúlar. Nýtt røktarheim. Nýggjar ítróttahallir.

Stór og dygdargóð mentunartilboð. Uttandura venjingartól, ið øll kunnu brúka ókeypis. Skoytuvøll. Skjótt ein nýggjan musikkskúla o.s.fr. Alt tilboð, Heðin tryggjar sær eru ókeypis ella so bílig at nýta, at tey eru atkomulig hjá øllum.

Vit hoyra viðhvørt fólk siga, at Heðin ikki hoyrir heima í nøkrum flokki. At Heðin ikki hevur eina gjøgnumgangandi politiska hugsjón. Hetta passar heilt einfalt ikki.

Politiska hugsjónin hjá Javnaðarflokkinum er tann, at vit skulu øll hava tað betri. Ikki bara tey føru og ríku, men øll. Og avrikslistin vísir, at Heðin stutt sagt fremur Javnaðarpolitikk í verki.

Heðin megnar nógv, men sjálvandi megnar ongin nakað einsamallur. Heldur ikki Heðin. Heðin hevur og hevur havt góð fólk rundan um seg. Familju, floksfelagar, politiskar samstarvsfelagar og embætisfólk. Uttan álit og stuðul frá teimum hevði Heðin ikki nátt øllum sínum nógvu málum.

Heðin møtir persónliga upp til flest øll tiltøk. Onkur heldur møguliga, at hetta er ov nógv av tí góða, men langt frá øll. Eg minnist, tá vit fingu ein sparkivøll uppi í Maritugøtu fyri nøkrum árum síðani. Heðin møtti sjálvur upp, tá vøllurin varð innvígdur. Hann ikki bara møtti upp. Hann stóð í mál, tá børnini spældu, og børnini hildu tað vera stuttligt, og eg veit, at hetta var ein minnilig løta hjá børnunum, at sleppa at skjóta mál hjá sjálvum borgarstjóranum. Síðani gav hann sær stundir til at tosa við foreldrini, áðrenn hann fór víðari. Og tað at tosa við og lurta eftir borgaranum, lítlum sum stórum, høgum sum lágum, er neyðugt hjá einum borgarstjóra, um hann skal skilja avbjóðingarnar, tørvin og ynskini hjá borgaranum. Her hava vit onnur, sum fáast við politikk, nógv at læra av Heðini.

Eg veit, at Heðin mangan hevur trupulleikar av, at ábyrgdarbýtið millum land og kommunur er so ógreitt. Nógvir kommunalpolitikarar setast afturá av hesari orsøk og grenja um, at teir onki fáa gjørt av hesari orsøk. Men ikki Heðin.

Lat meg taka eitt dømi. Tá nýggja Røktarheimið varð bygt, skuldi støðu takast til, um heimið skuldi upphitast við olju ella við sjóvarorku. Kommunan rindar fyri íløguna. Landið rindar raksturin. Tað er dýrari at gera eina íløgu í sjóvarorku enn í oljufýring, men raksturin er munandi bíligari. T.v.s. at kommunan skal rinda meira fyri íløguna, meðan landið fær ágóðan av sparingini í rakstrinum. Hetta hevur fingið aðrar kommunur at velja alternativa orkuupphiting frá, tá tað kemur til eldraøkið.

Og øll høvdu havt forstáilsi fyri Tórshavnar kommunu, um hon gjørdi tað sama. Men tað gjørdi hon ikki, tí tey vita, at hetta er skilabest upp á longri sikt, bæði fíggjarliga og umhvørvisliga.

Hvat er so ein góður politikari. Tað er ein politikari, sum vil gera tað betri at búgva í Tórshavn, betri at búgva í Føroyum. Ikki bara fyri tey fáu, men fyri okkum øll. Hann fær fólkið at kenna seg trygg. Hann fær fólkið at trívast. Tað ger Heðin, og tí hava vit í øllum førum ein góðan politikara í Føroyum.

Við tí orku og intiativi, sum Heðin hevur, vænti eg ongantíð, at hann kemur í ta støðuna, sum Nelson Mandela óttast: Men skuldi tú vakna ein morgun og ikki veitst, hvat tú skalt gera, so ert tú altíð vælkomin oman á Gl. Apotek, tí vit í Javnaðarflokkinum koma altíð hava brúk fyri tínum royndum, tínari vitan og tínum ráðum.

Takk fyri og til lukku Heðin.

Aksel V. Johannesen